Ítróttarbreytin á Kambsdali fer nú eisini at fevna um svimjing

Ítróttarsendingin hjá Útvarpi Føroya visti í kvøld at siga frá, at Handilsskúlin á Kambsdali nú ætlar sær at víðka sína ítróttarbreyt til eisini at umfata svimjing. Talan verður um svimjivenjing 2 ferðir um vikuna, frá kl 8 til 10, umframt ástøðiliga undirvísing um ítrótt yvirhøvur. Lesið meira her á heimasíðuni hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali.

Tey tosaðu eina góða løtu um hví akkurát svimjing skuldi koma afturat fótbóltinum, og til tað vórðu nevndar tvær høvuðsorsøkir. Fyrst at svimjingin – sum tað eisini stendur á heimasíðuni – hevur “fingið framúr úrslit og sýnt ein sera góðan vilja og hugburð”. Og harnæst at svimjingin (sum fótbólturin) er so rótfest ítróttargrein í umhvørvinum runt Kambsdal.

One thought on “Ítróttarbreytin á Kambsdali fer nú eisini at fevna um svimjing”

  1. Hetta er ein ógvuliga spennandi ætlan, hóast eg sjálvur helst sá at útbúgvingin var fyri allar ítróttir. Altso at tey góvu teimum meira generella venjing og ástøðiliga útbúgving, og so annars bara góvu pláss til at tey høvdu betri tíð at venja í feløgunum.

    Men allur bøti batur, og so er bara at vóna at svimjarar og venjarar taka væl undir við ætlanini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.