Sviar duga eisini

Stefan Nystrand (25 ár) og Therese Alshammar (30 ár) hava í dag hvør í sínum lagi sett næstbestu tíð í heiminum nakrantíð; Nystrand í 100 frí við tíðini 47.91, og Alshammar í 50 frí við tíðini 24.23 (báðar tíðir í 50 metra hyli). Bæði venja tey til dagliga í SK Neptun í Stockholm, og rættiliga áhugavert so eru bæði kend fyri at venja rættiliga lítið til dagliga.

Nystrand nevnir í tíðindunum her um sína venjing, at hann venur umleið 3000 metrar í hvørjari venjing, ongantíð meira enn 20 km um vikuna, umframt at venja tvær ferðir um vikuna á landi, eina ferð við medisinbólti og eina ferð vekttrening við fokus á at gerast sterkur uttan at gerast stórur. Hann venur bara lætt ella max í hylinum, og altso ongantíð við ferðum í millum lætt ella max.

Alshammar nevnir ikki nakað um sína venjing í tíðindunum her á SwimNews, annað enn at hon (sum Nystrand) hevur betrað um sín teknikk, og tí svimur við færri tøkum enn nakrantíð fyrr. Men tað er alment kent at hon í øllum førum í Hamburg sjáldan vandi meira enn 2000 metrar í hvørjari venjing, og tí óivað illa kann lokkast at venja nógv meira í Stockholm, um Nystrand ikki svimur meira enn 3000 metrar har.

Lesið upprunatíðindini her og her á SwimNews.

Dara Torres sett USA met í 50 frí, 40 ára gomul

Dara Torres vann OL bronsu 33 ára gomul í Sydney ár 2000, og setur nú amerikanskt met í 50 frí sum 40 ára gomul, við tíðini 24.53 (langbani). Hetta er næstbesta tíð í heiminum í ár, og sama tíð sum Libby Lenton vann HM í Melbourne við í vár. Tíðindini kunnu lesast her á SwimmingWorld, og í longdari útgávu við spekulatión um doping her á SwimNews.

Phelps øgiligur í rygg eisini

Phelps er til nú mest kendur fyri síni úrslit og heimsmet í firvald, crawl og blandað, men hann kann so sanniliga eisini svimja rygg. Á amerikansku meistarastevnuni svam hann herfyri triðbestu tíð nakrantíð í 200 rygg (1:54.65, Ryan Lochte eigur heimsmetið á 1:54.32), og í gjár hótti hann so aftur heimsmetið á einum ryggteini við at svimja næstbestu tíð nakrantíð í 100 rygg (53.01, Aaron Piersol eigur heimsmetið á 52.98). Continue reading Phelps øgiligur í rygg eisini

Replay hjá Crocker á amerikansku meistarastevnuni

Eitt ‘oooh’ fór gjøgnum høllina í Indianapolis í gjár, tá ið úrslitatalvan vísti DSQ út fyri Ian Crocker í finaluni í 100 firvald. Hann hevði tjóvstartað á sama hátt sum hann tjóvstartaði í innleiðandi 4 x 100 blandað í Melbourne, tá ið hann varð atvold til at Michael Phelps ikki kláraði metnógv 8 gullmerki á somu stevnu. Og fyri at gera tað enn meira surrealistiskt, so kláraði Michael Phelps allíkavæl akkurát at vinna á Crocker, á sama hátt sum hann vann í síðstu tøkum í finaluni í 100 firvald í Melbourne. Lesið her á SwimmingWorld.

Um nýggju superdraktirnar frá Speedo

SwimNews skrivar rættiliga áhugavert her um nýggju FS-Pro svimjidraktirnar frá Speedo, at ‘um eg var venjari ella svimjari á veg til Beijing, so hevði eg staðið við hurðina til høvuðsskrivstovuna hjá Speedo og bukað upp á hurðina, inntil onkur kom við einum posa av skræddaraseymaðum FS-Pros’.

Tiltikni amerikanski landsliðsvenjarin Mark Schubert kallar draktirnar fyri størsta tøkniliga lop innan svimjing síðani einaferð mitt í 70’unum, og svimjistjørnur sum Kate Ziegler og Ryan Lochte rósa teimum eisini óført:

“I don’t think the suit took off all 10 seconds,” Ziegler said. “But it definitely made a difference.”  (um hvussu stóran týdning Kate Ziegler helt at draktin hevði, tá ið hon herfyri knústi heimsmetið hjá Janet Evans, sum annars hevði staðið líka síðani 1988)

Now she says: “I just didn’t believe it could be that good. I thought it was overrated.” After that 15:42.54, she intends to wear the FS-Pro “in all competition from now on”. Having never felt so fresh and void of heaviness of legs associated with hard distance events. Ziegler said. “It basically feels like a second skin”

“Every time I put on that suit, I know I’m going to fly,” said Ryan Lochte. “I’ve never felt this good in the water. It’s super thin, and it keeps you floating. If you try that suit once, you’re never going to put anything else on”

Draktin vigar bara helvtina av tí sum aðrar draktir viga, og strammar allíkavæl minst líka væl um kroppin. Hon upptekur lítið og einki vatn, og tornar tí eisini uppá bara 45 minuttir eftir ein tíma í vatni, har ein (Speedo) Fastskin brúkar 16 tímar.

Michael Phelps brúkar hana.

Greinin endar eitt sindur stuttligt, við at tey nevna at hendan draktin týðiligvís gevur svimjarunum fyrimun í vatninum, í mun til fólk uttan líknandi drakt… og at fyrireikararnir av Beijing tí mugu syrgja fyri at allir luttakarar hava atgongd til draktirnar, um tær ikki skulu vera ólógligar.

Fráboðanarskipanin skift út

Eg (Rókur) havi nú skift út mótulið sum tók sær av at senda teldupostar til brúkarar um nýtt tilfar á svimjing.com, við eitt líknandi men meira einfalt. Hitt riggaði fyri so vítt fínt, men var eitt sindur ov roksut við at man skuldi seta eina rúgvu av krossum – ‘halda’ alt møguligt – og allíkavæl risikeraði ikki at fáa fráboðan um okkurt áhugavert.

Nýggja mótulið er meira einfalt: Far inn undir tínar kontosetingar (“Mín konto”) og vel “Fráboðanarsetingar”, og tendra so fyri høvuðskontaktini (‘Fráboðanarstøða virkjað’). Síðani kanst tú velja til ella frá um tú vilt fráboðast um nýtt innihald, um nýggjar viðmerkingar, og um hvussu nógv tú ynskir at síggja í teldupostinum (bara yvirskriftir ella eisini tekst). Og tað er so tað.

Burtur er altso møguleikin fyri at velja at fáa fráboðanir um akkurát hendan ella handan postin, og frávelja fráboðanir um onkran annan post; men vónandi ger tað bara skipanina greiðari. Í staðin fært tú nú ein regluligan teldupost (í løtuni 6 tímar millum hvønn teldupost) sum listar upp nýtt innihald og/ella viðmerkingar síðani seinasta teldupost.

Til ber sjálvsagt eisini at brúka RSS, ella bara hyggja regluliga inn á heimasíðuna 🙂

Nólsoyarsvimjingin 2007

Nólsoyingar bjóða til árligu svimjingina yvir um fjørðin, leygardagin 11. august kl 15:30, møta kl 14:30. Í ár kanst tú velja millum at svimja og renna annaðhvørt allan teinin á umleið 4000 metrar, frá niðanfyri hjá radioamatørunum í Havn til heiðursportrið í Nólsoy, ella ein stytri tein á umleið 1000 metrar, frá einum báti út fyri Nólsoy til heiðursportrið.

Hetta er tíggjunda árið at skipað verður fyri svimjing til Nólsoyar. Luttøkugjaldið er 250 krónur, og tú mást hartil sjálv/ur fáa til vega ein rímiligan stóran bát, tvey vaksin hjálparfólk í bátinum, VHF og vátdrakt. Tilmelding fer fram her á triathlon.fo. Sí annars viðfestu innbjóðing frá fyrireikarunum.

Skráin til Aqua Clinic 2007 klár

Tiltikni amerikanski venjarin Richard Quick er høvuðsnavn á árligu donsku svimjiráðstevnuni, sum í ár verður eitt sindur seinni enn vanligt, 21. til 23. september, í Idrættens Hus í Brøndby. Onnur áhugaverd nøvn eru eisini á skránni, og tey hava enntá klárað at fingið prísin eitt sindur niður.

Tiltakið kostar nú 3100 kr fyri vikuskifti við innivist, um man kann finna seg í at búgva á tvey-mans-kamari. Hini nøvnini eru til dømis ársins venjari í Noregi, Stig Leganger Hansen, sum til dagliga venur bringusvimjaran Alexander Dale Oen í Bergen. Danski landsliðsvenjarin Mark Reagan, og ársins venjarar 2006 í Danmark, Bo Jacobsen og Flemming Poulsen. Hartil ein ein áhugaverd røð av fyrilestrum um okkurt konsept tey kalla ATK.

Eg havi her nevnt skránna fyri svimjivenjarar, men har er eisini ein serstøk skrá til leiðarar og instruktørar (tað eru venjarar at børnum í ‘svimjiskúlanum’). Sí viðfestu PowerPoint-framløgu, ella her á svoem.dk.

FINA umhugsar undirvatnskamera

Altjóða svimjisambandið FINA fer at hava ein fund áðrenn HM á stuttbana í Manchester  2008, har tey skulu avgera um undirvatnskamera skulu (kunna) brúkast til døming á stevnuni tá, og á øllum FINA meistarastevnum framyvir. Endamálið er sjálvsagt at kunna síggja betur til dømis ólóglig firvaldaspark í bringuvendingum. Lesið her á SwimmingWorld.