Nýggja føroyska metið er 2:09.30.
50m rygg hjá kvinnum
Kristina Eliasen (geil 1), Helena Sævarsdóttir (2), Bjørg Seloy (3), Birita Debes (4), Karina Petersen (5) og Mona Simonsen (geil 6):
50 m frí hjá monnum
Ein sera spennandi finala millum Kristian Olsen (tættast við kamera – geil 1), Pál Joensen (2), Dánjal Martin Hofgaard (3), Pauli Ø. Mohr (4), Kári J. á Høvdanum (5) og Dánjal Hestoy (geil 6):
Fleiri myndir á Flickr
Tær verða allar lagdar í eitt samlað myndasavn fyri FM 2008, her á Flickr.com. Gev gætur at allar hesar myndir eru umfataðar av copyright, so at skilja at tær ikki kunnu nýtast aðra staðni uttan fyrst at spyrja um loyvi. Orsøkin er serliga, at tað í flestu førum eru onnur enn eg sum hava tikið myndirnar, og eg tí ikki bara kann loyva nýtslu longur enn til ta sum tey hava givið mær loyvi til.
Meira tilfar kemur í morgin
Bara so tit vita tað, so kemur ikki nógv meira tilfar frá okkum báðum Bartali í kvøld. Eru fullkomiliga sperlaðir nú. Men vit hava eitt ótal av myndum og øðrum góðum at leggja upp einaferð… í morgin 🙂
Kristian Olsen í hylinum aftur
Innleiðandi kapping í 50m frí millum Jákup Klein Hansen (geil 1), Tróndur Olsen (2), Kristian Olsen (3), Kári J. á Høvdanum (4) og Jóhann Heðinsson (geil 5):
Beinleiðis úr høllini – sunnudag
Eitt sindur ‘går den så går den’. Tað koyrdi fínt í gjár men ikki í morgun, so vit kunnu ikki annað enn royna.
Einki nýtt met á 800m
Tíðin hjá Pál varð 8:08.09 í morgun.
Her er starturin: geil 1 Óli Mortensen, 2 Sofus Bech, 3 Pál Joensen, 4 Magnus Jákupsson, 5 Alvi Hjelm.
Beinleiðis úr høllini – sunnumorgun
Teldan mundi brent saman hjá Bartali uppi á balkongini í gjár, og tí brúka vit bara hendan eina vinkulin í dag. Orsaka forrestin seinkingina; onkur (les: eg) hevði misskilt tíðarætlanina.
Spurningar ella viðmerkingar til sjónvarpsfólkið ?
So havi eg latið upp fyri at eisini ónevnd kunnu gera viðmerkingar her á síðuni, nú meðan FM koyrir. Vinarliga gerið tó mest viðmerkingarnar her beint til hesa frásøgnina, so at vit finna tær 🙂