Kirsty Coventry úr Simbabvi setti í hálvfinaluni heimsmet í 100 rygg við tíðini 58.77, har heimsmetið hjá Natalie Coughlin var 58.97. Japanski Kosuke Kitajima setti heimsmet í 100 bringu finaluni við tíðini 58.91 (fyrsti svimjari undir 59 sekund), har metið hjá Brendan Hansen var 59.13. Og Jason Lezak kláraði akkurát at skava OL gull og heimsmet heim til USA í 4×100 frí, í kapping har Frankaríki annars var klárt frammanfyri tá ið 25 metrar írestaðu, og har avstralski Eamon Sullivan setti heimsmet í fyrstu 100.
Amerikanska tíðin var 3:08.24, franska 3:08.32 og avstralska 3:09.91. Italia svam 3:11.48 og Svøríki 3:11.92, so tilsamans vóru tey fimm lið sum svumu undir heimsmetið hjá USA frá í gjár, á 3:12.46. Heimsmetið hjá Eamon Sullivan var 47.24, har franski Alain Bernard átti gamla heimsmetið í 100 frí á 47.50.
Í bringusvimjingini lá norski Alexander Dale Oen á fremsta plássi eftir fyrstu 50; men har var lítið at gera við Kitajima, tá ið hesin legði seg klárt á odda eftir vendingini.
400 frí finalan hjá kvinnum var eisini ein øgiliga spennandi kapping, har fyrst franska Manaudou legði seg á odda, síðani franska Balmy, amerikanska Hoff, og at enda bretska Rebecca Adlington. Italska Pellegrini blandaði seg eisini uppí eina løtu, í kapping sum ikki gjørdist so øgiliga skjót, men har nógvar fóru niður við flagginum. Serliga Manadou gav heilt upp móti endanum, og kom inn við tíðini 4:11.26 har tann næstseinasta hevði 4:05.