Tað fer at kosta um 19 milliónir krónur at umvæla Køge Svømmeland, tí har eru stórir trupulleikar við gravskitnum vatni, rusti, kemikaliufyltari luft og oyðiløgdum stálkonstruktiónum. Tak-konstruktiónin skal styrkjast, loftsplátur hava hug at loysa seg, og alt møguligt annað. Lesið á Ingeniøren, ella sjálva rapportina á heimasíðuni hjá Køge Kommune.
DÅM 2008: Meira video
Eftir strævnan dag í Field’s, havi eg nú havt stundir til at senda fleiri videoir upp afturat. Her beint nú er tað talan um kappingina 100 metrar bringusvimjing í Hørsholm leygardagin, men eg leggi so so líðandi fleiri videoir afturat, so hvørt sum tær eru klárar. Tær eru tíverri ikki í hágóðsku, av tí at tær fylla ov lítið á YouTube :-/
Jóhann Heðinsson 100 bringu
DÅM 2008: 4×100 blandað grp 2
Her skuldi ein video víst seg innan alt ov leingi. Eg skrivi meira seinni, men beint nú fari eg altso í song 🙂
DÅM 2008: Samandráttur og yvirlit
Her eru tveir listar við øllum tí sum varð svomið av føroyingum á DÅM 2008. Við fyrivarni fyri at eg kanska hava gjørt onkran feil, so svumu tey seg tilsamans til 28 persónlig met, tvey bólkamet og tvey bólka-landsliðsmet, umframt at stafettirnar tríggjar ferðir svumu betri enn tilmeldingartíðina (altso fyri so vítt ‘persónligt’ met hjá viðkomandi stafettum, um enn svimjararnir kunnu hava verið aðrir).
Bestu úrslit fingu Jóhann Heðinsson og Tanja Skaalum í 100 bringu, umframt Tanja eisini í 200 bringu, tá ið tey svumu seg til eina tíð sum hevði givið bronsuheiðursmerki, um tey svumu fyri danska svimjisambandið. Hjá teimum eldru var tað stafettin í 4×50 blandað, tá tær svumu seg til 7. bestu tíð av øllum í sínum bólki, og sum einstaklingur Helena Sævarsdóttir við 8. bestu tíð í 100 rygg. Continue reading DÅM 2008: Samandráttur og yvirlit
Føroyska legan í Hørsholm
Nakrar heilt stuttar videoir frá í gjár
So er DÅM av fyri hesu ferð
Nýggjar myndir eru lagdar upp í savnið á Flickr, og eg fari nú (skjótt 🙂 undir at senda videoir upp eisini.
Misjavnur annar dagur
Tað er tíverri heldur ikki gingið heilt eftir vild í dag, men onkrir glottar eru. Magnus svam ikki upp til sítt besta í 200 rygg, og kom tí ‘bara’ inn í sætt-bestu tíð har hann lá til at fáa næstbestu. Somuleiðis hevði Tanja ætlað sær eitt sindur meira enn tað triðbestu tíð sum hon endaði við í 100 bringu. Og tíverri so fram vegis.
Alvi hevur sett nýtt føroyskt bólkamet
Alvi Hjelm hevur sett nýtt føroyskt bólkamet (í bólki 3) í 400 frí. Tíðin hjá honum í morgun var 4:56.50. Hann átti gamla metið sjálvur.
Pál til Danmarkar at búgva í 3000 metra hædd
Ja tað ljóðar sum lygn, ha? Lesið her á susvim.com
DÅM 2008: Úrslitini til nú
Tilmeldingartíðir og úrslit hjá okkara svimjarum, til tykkum at samanbera:
Kapping | Grein | Luttakari | Tilm.tíð | Svomin tíð | Plasering |
2 | 4×200 frí | Færøerne | 9:38.92 | 9:44.78 | 12 |
4 | 200 blandað | Poula Mohr | 2:46.92 | 2:43.10 | 26 |
5 | 50 frí | Bjarni M. Petersen | 26.57 | 27.23 | 51 |
6 | 50 frí | Helena Sævarsdóttir | 28.32 | 29.45 | 21 |
– | – | Astrið Foldarskarð | 29.97 | 29.64 | 24 |
– | – | Birita Debes | 30.29 | 29.86 | 12 |
– | – | Poula Mohr | 29.93 | 30.11 | 20 |