Ókey, so tað er lætt at vinna heiðursmerki í svimjing?

Skemtiligt aftursvar her á austin360.com, í sambandi við at onkur venjari innan frælsan ítrótt heldur tað vera lættari at vinna fleiri gull í svimjing enn í frælsum ítrótti, tí at svimjarar ikki verða líka hart belastaðir. Skemtilig aftursvar sum “‘What are you talking about you can’t recover from 9-second race? The shortest race in swimming is going to take twice that.’ Let’s compare 9 seconds in track to 4 minutes in the 400 individual medley.”” Continue reading Ókey, so tað er lætt at vinna heiðursmerki í svimjing?

So er tað ordiliga offisielt: Joensen og Baklakova vunnu mest

Av heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum, www.lenweb.org:

Pal Jönsen proved to be the big surprise in swimming. He was not only the most successful swimmer in the men’s events, but also achieved the first ever championship medals for the Faroe Islands at an event of the European Swimming Federation, LEN. Jönsen won three gold medals: 400m (3:51.44min), 800m (7:56.90) and 1,500m freestyle (15:18.37). Russia’s Ekaterina Baklakova also achieved three titles winning the 50m (32.34sec), 100m (1:09.65min) and the 200m breaststroke (2:28.42).

Pál tryggjaði okkum sambært tíðindunum har eitt sættapláss á heiðursmerkjalistanum, frammanfyri Týskaland, Ungarn, Belgia, Frankaríki, Niðurlond, Slovenia, Ukraine, Spania, Grikkaland, Danmark, osfr osfr 🙂 Continue reading So er tað ordiliga offisielt: Joensen og Baklakova vunnu mest

Skipaður kriminalitetur atvold til grikska doping

Hetta sigur forsetin fyri griksku olympisku komitéina sambært SwimNews, um tað at 15 griksk ítróttarfólk í seinastuni hava verið tikin fyri doping við sama evni, har í millum grikski evropameistarin í 200 firvald, Yiannis Drymonakos. Continue reading Skipaður kriminalitetur atvold til grikska doping

Hálendari verður nýggjur danskur landsliðsvenjari

Paulus Wildeboer hevur verið yrkissvimjivenjari síðani 1978, og hansara svimjarar hava altíð vunnið heiðursmerki í teimum altjóða langbanastevnum sum teir hava luttikið í. Hann hevur verið við til 5 OL, her seinast í Bejing sum venjari hjá soni sínum Aschwin Wildeboer, sum kom í finaluna í 100 metrar rygg. Seinastu tíðina hevur hann verið høvuðsvenjari á ítróttardeplinum í Madrid, men velur nú heldur Danmark tí at sponsk svimjing er í kreppu. Lesið um hetta í Ekstrablaðnum, á spn.dk og á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum. Continue reading Hálendari verður nýggjur danskur landsliðsvenjari

Eitt sindur um kroppin hjá Phelps

Gawker gevur her nøkur boð uppá hví Phelps er so góður. Vanliga eru armarnir á monnum umleið líka so langir sum teir eru høgir, men hjá Phelps eru armarnir 2 metrar langir og kroppurin 1,93. Tað er serliga yvirkroppurin sum er langur, meðan beinini eru sum á einum manni ið er ‘bara’ 1,77 metrar høgur. Føturnar eru ikki yvirógvusliga stórar (stødd 48½, Thorpe brúkar til samanberingar umleið stødd 53), men so liðiligar, at hann kann standa á bibbunum sum ein ballett-dansari. Vøddarnir hjá honum skapa ónormalt lítið mjólkarsýru. Og so hevur hann “Attention Deficit Hyperactivity Disorder”, sum minnir um DAMP. Continue reading Eitt sindur um kroppin hjá Phelps

Tae-Hwan Park scorar kassan

18 ára gamli olympiski meistarin í 400 frí er nú so populerur í sínum heimlandi Suður-Korea, at hann sambært Reuters hevur scorað eina lýsingakampagnu við virði av meira enn 96 milliónir dollarar (t.e. einar 486 milliónir krónur), umframt at fáa 600.000 dollarar í virðisløn (t.e. yvir 3 milliónir krónur) frá stjórnini og sponsorum í Suður-Korea. Og pengarnir eru nokk væl givnir út, tí til dømis sigur framleiðarin av teimum stóru høvuðtelefonum sum Park hevði uppi á høvdinum á veg út til teir 400, at sølan eksploderaði aftaná gullheiðursmerkið.
Continue reading Tae-Hwan Park scorar kassan

Speedo LZR vann OL

Speedo og nýggja superdraktin LZR hevur sambært tíðindunum her á SwimNews og á heimasíðuni hjá Speedo vunnið OL:

  • 23 out of 25 WR’s have been won by athletes wearing Speedo LZR RACER at the Beijing Games (92%).
  • 94% of gold medals at the games have been won in Speedo LZR RACER.
  • 89% of all medals were won in Speedo LZR RACER.
  • Every event in men’s swimming was won by an athlete wearing the Speedo LZR RACER.

Men sum man eisini sær á myndunum á www.speedo.com, so svam Michael Phelps eina rúgvu við berum yvirkroppi, so vítt eg veit tí at hann hevur so nógv ørvísi kropp enn ‘standard’, at hann ikki passar standard-draktirnar hjá Speedo.

So tað er altso ikki bara draktin sum skapar úrslitini 🙂 Continue reading Speedo LZR vann OL

TV2 savnar inn til at hjálpa Ottesen at gjalda bótina frá danska svimjisambandinum

Danska Jeanette Ottesen fekk 5000 krónur í bót frá danska svimjisambandinum, fyri at velja eina Speedo LZR Racer drakt hóast danska landsliðið eigur at brúka Arena. Nú savnar danska sjónvarpsrásin TV2 inn, til at hjálpa Jeanette at gjalda bótina. Continue reading TV2 savnar inn til at hjálpa Ottesen at gjalda bótina frá danska svimjisambandinum

Mirakul-innslagið hjá Phelps

Svimjarar, tit MUGU hyggja at hesum! Hetta er nevniliga mynd fyri mynd samanbering av hvussu Phelps og Čavić enda teir 100 firvald, sum Phelps vann við éinum hundraðparti. Legg til merkis, at Čavić velur at glíða allarseinasta partin inn til veggin, meðan Phelps velur at taka eitt seinasta, stutt tak. Ikki altíð rætta valið… men hesuferð riggaði tað 🙂

(Annars helt eg við Čavić. Man er væl hálvur serbi, nú) Continue reading Mirakul-innslagið hjá Phelps