Um Jón gongur tað sum Pál svimur …

Eg havi eitt snilt ur sum sigur mær m.a., at eg vid at renna havi brent yvir 298.000 kaloriur (kcal) síðani eg keypti tað í juni 2007. Og tað fær meg so at hugsa: Hvat nú um Jón Bjarnason gongur teir 100 kilometrarnar um vikuna, sum Pál svimur? Altso aftur og fram eftir kantinum, so hvørt sum Pál etur banar.
Continue reading Um Jón gongur tað sum Pál svimur …

HM á stuttbana verður framyvir í desember mánaða

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi á venjararáðstevnuni í Singapore í farnu viku, at heimsmeistarastevnan í 25 metra hyli framyvir fer at verða hildin øll líka ár í desember mánaða, byrjandi við HM í Dubai í 2010. Evropeiska svimjisambandið LEN umhugsar tískil hvat tey skulu gera við evropameistarastevnuna í stuttum hyli, ið sum kunnugt eisini er í desember mánaða (øll ár, líka sum ólíka). Les á swimnews.dk og swimnews.com

Brot úr avstralsku venjararáðstevnuni 2008

Bartal vísti mær í dag á eina áhugaverda svimjiheimasíðu kallað www.swimfastsecrets.com, har man sær ymiskar áhugaverdar videoir um svimjiteknikk og líknandi. Sum til dømis hesa, har onkur hevur klipt ‘bestu bitar’ burtur úr avstralsku venjararáðstevnuni í 2008.

Fyrsti maður, Leigh Nugent tosar um beinsparkið í frí, firvald og crawl, og eitt sindur um firvald. At serliga ‘plantar fleksibilitetur’ í fótliðinum er týðandi, sum er tað at kunna strekkja (og yvirstrekkja) vristina. Og at firvald handlar serliga um teknikk og koordinatión.
Continue reading Brot úr avstralsku venjararáðstevnuni 2008

USA vil loyva undantøkum frá regluni móti superdraktum, um orsøkin er religiøs ella læknalig

Amerikanska svimjisambandið hevur sum kunnugt sett bann fyri heildraktum í yngru aldursbólkunum, til at umganga at svimjiúrslit verða ein spurningur um hvør sum hevur flest pengar. Men nú slækka tey fyri banninum, til at umganga at diskriminera ávísar trúðarbólkar, og børn sum vegna sjúku skulu umganga beinleiðis sólarljós. Bannið verður fasthildið, men børn kunnu nú søkja um at sleppa undan, um tey hava orsøk til tess. Les SwimInfo.com

3 góð ráð frá trimum landsliðsvenjarum

Tríggir landsliðsvenjarir úr bretska samveldinum geva 3 góð ráð í part á YouTube.

Enski kvinnulandsliðsvenjarin, Ben Titley, hevur hesi ráðini:

  • hav altíð eykalutir við (t.d. eyka svimjiklæðir, svimjibrillur ella stopp-ur)
  • minst altíð til at hava ein góðan endabrest (man kann jú vinna við 1/100 sek)
  • minst til at venja spørk undir vatni (serliga í rygg og firvald)

Kanadiski landsliðsvenjarin, Pierre La Fontaine:

Stjørnukast samrøða við Pál og Jón sæst á Kringvarp.fo

Kringvarpið hevur lagt samrøðuna við Pál og Jón á netið. Hon liggur her. Sum kunnugt varð Pál Joensen Ársins Ítrottarnavn 2008. Fleiri videobrot úr Stjørnukast sendingini eru at finna á: http://www.kringvarp.fo/?s=62. Øll sendingin, ið er góðar 3 tímar lang, er eisini tøk á netinum.

Pál vann kappingina um flest heiðursmerki á RIG 2009

Stevnan í Íslandi var sum flest nokk gita mest venjing hjá Pál, sum eisini endaði við at teir báðir Pál og Bjarnason vóru nakað seinir avstað til felagsdøgverðan aftaná síðstu kapping, av tí at Pál skuldi venja eitt sindur (nógv) afturat. Men tó so kundi hann svimja skjótt, og gjørdist tískil tann svimjari sum við 4 gull og 2 bronsu vann flest heiðursmerki av øllum monnum, framman fyri so mætan mann sum Alexander Dale Oen , og eisini tá ið yngri bólkurin verður taldur uppí.

Har var tó tvær gentur sum vunnu meira, nevniliga Mie Ø. Nielsen úr Aalborg og Lise Sand Syversen úr Noregi. Men soleiðis plagar tað eisini at vera, at svimjarar í yngri aldursbólkum vinna meira, av tí at tey bestu har skara meira framúr, og orka betri at kappast ofta. Sí Medal Count By Athlete, á www.aegir.is

Góður skurður á Reykjavík International 2009

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya, sunnudag 18. januar 2009

4 gull, 6 silvur og 13 bronsu til føroysku svimjararnar á Reykjavík International 2009

So er Reykjavík International av á hesum sinni, og føroyingarnir stóðu seg bara heilt væl. Okkara svimjarar vunnu tilsamans 4 gullheiðursmerki, 6 silvur og 13 úr bronsu, og svumu seg sum heild til flottar forbetringar. Serliga var tað Pál Joensen sum gjørdi vart við seg í Íslandi, við at fáa næstflest FINA stig av øllum, seta stevnumet fýra ferðir, og tvær ferðir svimja skjótari enn íslendska metið, hóast hansara egnu føroysku met á hesum teinum ongantíð vóru í vanda.
Continue reading Góður skurður á Reykjavík International 2009