Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar

Michael Phelps segði sum kunnugt í leypi av OL í Beijing, at hetta var síðstu ferð hann fór at kappast í 400 blandað, og nú kunnu vit lesa í USA Today, at hann á HM í Rom fer at kappast í serliga 100 firvald, rygg og crawl. Orsøkin er at hann ynskir at sleppa undan hørðu venjingina sum krevst til at svimja 400 blandað á høgum støði, og at hann og Bowman tí fara at fokusera uppá at byggja sprintferð í honum, fram til OL í Beijing.

Venjingin fer tí niður frá teimum upp til 80 km um vikuna sum hann svam áðrenn OL í Beijing, til í mesta lagi 50 km um vikuna, sum tó verða oftari hart. Men venjarin Bob Bowman er ivasamur um skiftið, tí Phelps eftir hansara tykki er meira til fart-úthaldni enn reint sprint. “I think he wants to swim the sprints, but we’ll see how it works out,” sigur Bowman. “He might be wishing for some of that 400 IM training.”

(Image courtesy of tsevis, CC Attribution-Noncommercial-No Derivatives)
Continue reading Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar

108 heimsmet í 2008

Fullfíggjaði listin sæst her á SwimNews.com, yvir tey heimsmet sum eru sett til nú í ár. Eitt skemtiligt ‘opið bræv til allar svimjarar frá einum stressaðum svimjijournalisti’ kann lesast her á Swimming World Magazine, um at okkara vinur í blaðnum har, Jason Marsteller, ynskir at fáa frí í bara eitt vikuskifti ella tvey, til at kunna halda frí saman við konuni. Men sum vit síggja á heimasíðuni hjá svenska Christer M, so er 2008 faktiskt (fyribils) bara triðbesta árið tá ið tað kemur til heimsmet, við tað at 62 vóru sett í 1976, og 58 í 1967.

DSC_0434

(Filippo Magnini og Alessandro Terrin, eftir at hava sett heimsmet saman við Mirco Di Tora og Marco Belotti í 4×50 blandað, á EM í Rijeka. Tíðin var 1:32.91, og Terrin hevði splitt-tíð 25.71 í 50 bringu)
Continue reading 108 heimsmet í 2008

Pál nevndur í LEN Magazine, frá HM í Melbourne

He he, betur seint enn ongantíð, ha, at eg finni hendan stubban?

Faeroese swimmers participated at the World Championships for the first time in Melbourne. Small as their delegation was, its members entered events with Pal Joensen (17) swimming in each of the freestyle events ranging from the 50m to 1500m. He only skipped the 800 m event – a praiseworthy effort indeed.

Danir fara nokk allíkavæl at loyva langum draktum

Danska Svimjisambandið skrivar í dag á heimasíðu síni, at tey vænta eina reglugerð um ‘kappingardraktir’ at vera klár umleið nýggjár ella fyrst í januar. Tey avgjørdu sum kunnugt fyrr í desember at hesar nýggju superdraktirnar skuldu verða ólógligar í aldursbólkunum undir junior og senior, men mangla enn nágreiniligu reglugerðina.

Hetta uppskot frá arbeiðsbólkinum bendir tó á hvussu reglugerðin verður skipað, við einum negativ-lista sum forbjóðar t.d. Speedo LZR RZR, Arena Revolution og TYR Tracer Rise, men sum so hinvegin loyvir øðrum meira ‘ófarligum’ heildraktum. Ólóglig nýtsla av hesum draktum fer at verða tulkað sum ein tekniskur feilur, sum førir til kolldøming av svimjaranum.

Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer

Spanski Aschwin Faber Wildeboer setti í gjár heimsmet í 100 rygg á stuttbana, tá ið hann á sponsku stutthyljameistarastevnuni í Madrid svam teinin í tíðini 49.20. ‘Gamla’ heimsmetið var 49.32, sum russiski Stanislav Donets svam á evropameistarastevnuni í Rijeka, síðsta vikuskifti.

DSC_0557

(Frá vinstru: Helge Meeuw, Stanislav Donets og Aschwin Wildeboer, eftir 100 rygg í Rijeka)
Continue reading Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer

Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá monnum

Fraklendingar hava á stevnu í Istres í Fraklandi knúst stutthyljaheimsmetið í 4×100 frí við tíðini 3:04.98, har amerikumenn á HM í Manchester í vár svumu 3:08.44. Og teir høvdu ikki ein gang brúk fyri Amaury Leveaux og Alain Bernard, men kláraðu tað við at brúka Gregory Mallet (47.41), Fabien Gilot (44.92), William Meynard (47.65) og Frederick Bousquet (45.00). Les SwimInfo

DSC_0351

(Frederick Bousquet, eftir 4×50 blandað á EM í Rijeka)

Løgtingið játtað 600.000 til føroyskan úrvalsítrótt

Løgtingið samtykti í gjár endaliga fíggjarlóg fyri 2009, har tey m.a. hækkaðu játtanina til Ítróttarsamband Føroya við 600.000 krónum, ið eru markaðar beinleiðis til úrvalsítrótt. Tað verður eftir øllum at døma ÍSF sum kemur at gera av, hvussu hesin peningur skal brúkast, við kjaki um evnið í leypi av januar mánaða.