Danska Svimjisambandið skrivar í dag á heimasíðu síni, at tey vænta eina reglugerð um ‘kappingardraktir’ at vera klár umleið nýggjár ella fyrst í januar. Tey avgjørdu sum kunnugt fyrr í desember at hesar nýggju superdraktirnar skuldu verða ólógligar í aldursbólkunum undir junior og senior, men mangla enn nágreiniligu reglugerðina.
Hetta uppskot frá arbeiðsbólkinum bendir tó á hvussu reglugerðin verður skipað, við einum negativ-lista sum forbjóðar t.d. Speedo LZR RZR, Arena Revolution og TYR Tracer Rise, men sum so hinvegin loyvir øðrum meira ‘ófarligum’ heildraktum. Ólóglig nýtsla av hesum draktum fer at verða tulkað sum ein tekniskur feilur, sum førir til kolldøming av svimjaranum.