Sum tit kunnu lesa her á ssf.fo, so viðtók Svimjisamband Føroya á starvsnevndarfundi í síðstu viku eina nýggja reglugerð um startfelagsskap, soleiðis at føroysk feløg nú stilla upp sum éitt felags lið, á stevnum í Føroyum og aðrastaðni. Hartil varð reglugerðin fyri skifti millum feløg broytt eitt vet, til eisini at taka støðu í málum har skift verður millum felag og startfelagsskap.
Continue reading SSF viðtikið reglugerð um startfelagsskap
Phelps venur aftur, fram ímóti Rom 2009
Hann hevur ikki vant í 4 mánaðir, sum er longsta pausan hjá honum nakrantíð. Følir seg ‘rustnan’, og væntar tí at næstu mánaðirnir verða harðir, nú formurin skal byggjast upp aftur. Hann er nokk so mettur av svimjing, og venjingin hesi næstu 4 árini fer tí at verða nógv meira avslappað, enn tey 4 árini fram til Beijing. Men hann ætlar sær tó til HM í Rom, at svimja m.a. 100 rygg, um hann finna útav at ‘meistra’ greinina. Og annars tykjast málini framyvir at fara at vera ymiskar dreymatíðir, eisini í greinum sum vit ikki kenna hann í, meira enn at yvirganga seg sjálvan aftur. Les SwimNews
“The Morning Swim Show” verður nú ‘live’
Online sjónvarpsrásin hjá Swimming World Magazine verður nú útbygt, til at tey nú fara at ‘streama live’ við møguleika hjá hyggjarum at gera viðmerkingar og seta spurningar. Tey hava fyrr sent ‘live’ frá NCAA stevnuni í USA, men hava annars mest brúkt vanliga YouTube-háttin at gera sjónvarpstilfar, har tey bandað eina sending og so leggja hana á netið. Les her á SwimInfo.com
OK, hendan er eisini nokk so røsk
Ávaring: Hvørki føroyingur ella svimjari. Men við tað at eg onkuntíð fyrr havi víst onkran føroyskan svimjara gera fimleik, soe…
Ridiculous Tottler Gymnast – Watch more free videos
2 silvurnálir og 1 føroyskt met á SuSvim stevnuni
Tveir havnarmenn vóru farnir suður longu fríggjakvøldið, og tí bar til at skipa fyri SuSvim stevnuni leygardag (tit vita, kravið um at tvey feløg skulu luttaka). Og tað skuldi vísa seg at loysa seg, sum tit kunnu lesa her á susvim.com, við tað at annar havnarmaðurin fekk silvurnál, umframt Jón Hofgaard úr SuSvim, og Pál Joensen fór frá 2:09.30 til 2:06.27 í 200 firvald.
Startlistin til Reykjavíkar International
So var hann har endiliga, startlistin til Reykjavíkar International. Og tað sær út til at føroyingarnir fara at klára seg bara heilt væl, í kappingini við serliga íslendingar og norðmenn. Haldi meg kunna ána at tilmeldingartíðirnar hjá føroyingum eru eitt sindur gamlar, við tað at tað er so langt ímillum at tey sleppa at svimja á langbana; men fyri tað liggja vit til eini 5 gull- og 6 bronsuheiðursmerki, í teimum 32 kappingunum.
Continue reading Startlistin til Reykjavíkar International
Alshammar til Avstraliu at venja
Svenska Therese Alshammar fer nú til Avstraliu at venja í øllum førum eitt hálvt ár, saman við sínum persónliga venjara Johan Wallberg, og saman við hópinum hjá Stoelwinder, sum longu telur so frægar frí- og firvaldasvimjarar sum Eamon Sullivan, Libby Trickett, Andrew Lauterstein og Geoff Huegill. Les foxsports.com
SuSvim stevnan rakt av ódnarveðrinum
Tað sær tíverri út til at SuSvim stevnan í morgin verður hart rakt av fráfalli, vegna veður. Tey lova storm og ringa ætt um Suðuroyarfjørð í morgin, og fleiri feløg norðanfjørðs hava tí longu avlýst.
Tríggjar stórstjørnur vitja Reykavík International
Íslendsku fyrireikararnir reklamera nú her á heimasíðuni aegir.is, at “Þrjár stórstjörnur” fara at luttaka á svimjistevnuni Reykjavík International, í næstu viku. Norski Alexander Dale Oen, sum er evropameistari og OL-silvur-vinnari. Norska Sara Nordenstam sum er OL-bronsuvinnari og sum eigur evropeiskt met í 200 bringu. Og so éin afturat, sum vit øll kenna 🙂
Continue reading Tríggjar stórstjørnur vitja Reykavík International
Michael Phelps skorar kassan í Kina
Heimsins mest vinnandi OL íðkari nakrantíð, verður nú eisini tann sum skorar ta til dags dato størstu sponsoravtalu nakrantíð í Kina, nú hann ger avtalu við kinesisku deildini av Mazda. 1 millión dollarar fyri at fara til Beijing at promovera nýggja Mazda 6… tað eru eisini pengar 🙂
