Innbjóðing til HS stevnu 7-8 nov 2008

Havnar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu tann 7.-8. november 2008, fyri allar bólkar. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so tá leygarmorgunin, leygardag og sunnudag seinnapart. Í sambandi við at HS fyllir 70 ár í ár, so verður ein hugnaløta við undirhaldi og onkrum at eta, leygarkvøldið eftir kappingina, fyri svimjarar, leiðarar og hjálparfólk. Tilmeldingarnar skulu sendast til Svend Åge í seinasta lagi hóskvøldið 5. november kl 22:00. Sí annars viðfestu fílu.

Tíðindi nummar túsund

Greinin her er ‘noda nummar 1000’, sum merkir at tað nú hava verið skrivaðar tilsamans 1000 greinar á svimjing.com, síðani heimasíðan kom á netið tann 1. mars í 2007. Hesar 20 mánaðirnar hevur heimasíðan verið vitjað 73.588 ferðir, har hvør vitjandi hugdi at 3.03 síðum í part. Altso einar 3679 vitjanir um mánaðin, har villasta vikan var EJM-vikan í Beograd, tá ið 2144 vitjaðu heimasíðuna. Og tølini vaksa stútt, so at tað t.d. vóru 4307 vitjanir nú í oktober mánaða 🙂

tidindi_nr_1000

Danski landsliðsvenjarin vil hava professionellar svimjarar

Nýggi landsliðsvenjarin hjá Danmark, Paulus Wildeboer úr Hálandi, heldur at tað er neyðugt at donsku úrvalssvimjararnir verða fulltíðarsvimjarar, um teir skulu kunna fylgja við í gongdini í svimjing yvirhøvur. Og danski Team Danmark stjórin Michael Andersen gevur honum rætt, at tað er torført at fylgja við í kappingini, tá ið budgettið hjá dønum veksur við 2% um árið, meðan budgettið hjá kappingarneytunum veksur við 25% um árið. Lesið tv2.dk

Úttøkutreytir til EM í stuttum hyli

Starvsnevndin avgjørdi á fundi 30. oktober 2008, at hesar úttøkutreytir eru galdandi til EM í stuttum hyli í Rijeka, 11.-14. desember 2008:

Úttiknir verður teir 4 svimjararnar, ið hava hægst FINA-stig, omanfyri gullnálatíðina (NB! Gullnálatiðin á seinasta nálalistanum hjá SSF). Tíðirnar skulu vera svomnar í tíðarskeiðnum 1. september til og við 30. november 2008.

Leggið til merkis, at tit skulu brúka tíðina í nálalistanum, ikki stigini, ið standa omanfyri.

Kelda: ssf.fo

Pál besta úrslit av øllum monnum á donsku meistarastevnuni

Sí yvirlitið yvir bestu úrslit á DM-K og DMJ-K á SwimRankings.net. Tey brúka FINA stig til at samanbera úrslit í ymiskum greinunum, sum er háttur til at rokna út hvussu gott eitt úrslit er í mun til heimselituna. 1000 stig er “world class”, har Pál fær 927 stig. Og lat tað verða sagt, at stigini telja skjótt í mun til betringar í tíð, tá ið tú fyrst er komin har upp 🙂

pal_nr_1_a_dmk

SSF viðtikið reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag

Á fundi 30. oktober 2008 hevur starsvnevndin viðtikið hesa reglugerð, ið fær gildi beinanvegin.

Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag

Svimjari hevur rætt til at vera limir í fleiri svimjifeløgum í senn, men kann bara umboða eitt felag í svimjikappingum í senn.

Luttøka uttanlands fyri útlendskt svimjifelag, broytir ikki uppá rættindi at umboða eitt svimjifelag í Føroyum.

Skifti av felag

  1. Ynskir svimjari at umboða annað felag innan svimjing, er skifti galdandi 30 dagar eftir at Svimjisamband Føroya hevur móttikið skrivliga fráboðan. Fráboðanin skal sendast við telduposti til skrivstovuna hjá Svimjisambandinum. Í fráboðanini skal standa fulla navnið á svimjaranum, føðingardagur og navnið á gamla felagnum. Hesar 30 dagarnar umboðar svimjarin gamla felagið í kappingum og úttøkum.
  2. Í sama kappingarári kann svimjari í mesta lagi skifta felag tvær (2) ferðir og í mesta lagi umboða tvey (2) feløg.
  3. Svimjari, ið ikki hevur luttikið í svimjikappingum í Føroyum seinastu 2 kappingarárini, kann uttan fráboðan umboða annað felag. Hetta verður ikki roknað sum skifti.
  4. Svimjari skal hava øll limaviðurskifti við gamla felagið í lagi, áðrenn skifti kann fara fram. Limagjalds- og aðrar eftirstøður eldri enn 12 mánaðir kunnu ikki innkrevjast í hesum sambandi. Eru ivamál um hesi viðurskifti, tekur svimjinevndin avger eftir at hava hoyrt partarnar.

Kelda: ssf.fo
Continue reading SSF viðtikið reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag

Temakvøld um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini mánakvøldið

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so skipar Ítróttarsamband Føroya fyri temakvøldi um úrvalsítrótt, nú mánakvøldið 3. november kl 20:00 í Útvarpshøllini. Magni Mohr, Katrin Olsen og Jón Bjarnason fara at hava hvør sína framløgu, og síðani fara fólk innan ítrótt, politikk og vinnulív at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum, saman við fundarfólkinum annars. Tiltakið er alment, og ÍSF vónar sjálvsagt at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini.

Føroyingar í 6 førum fremst á evropalistanum beint nú

Pál eigur í løtuni bestu tíð av øllum evropeiskum seniorum í 400, 800 og 1500 frí, og Elspa eigur bestu tíð í 50 og 100 rygg, umframt í “200 Freestyle Laps”, sum vist nokk er splitt-tíð í stafett. Evropeiski styrkismetingarlistin er gott nokk ungur enn, fyri sesongina 2008/2009; men sum Jón Bjarnason viðmerkir her, so skulu hini altso til at oppa seg, um tey skulu verða klár til at kappast móti Páli og Elspu á EM í Kroatia í desember.

Styrkismetingarlistin fer sjálvsagt at broyta seg við komandi kappingum, og eg havi tí tryggjað okkum nøkur ‘snapshots’ her niðanfyri. Klikkja á myndirnar til at koma á Flickr, har til ber at síggja myndirnar í størri stødd…

pal_nr_1

elspa_nr_1
Continue reading Føroyingar í 6 førum fremst á evropalistanum beint nú

Grant Hackett er givin

Hetta kunngjørdi hann á “Australian Swimmer of the Year Awards” í Sydney í kvøld. Orsøkin er at kroppurin ikki longur orkar tað nógvu hørðu venjingina, og faktiskt ikki hevur gjørt tað leingi. Í staðin fer hann kanska upp í lokal-politikk í Avstralia, ella møguliga at arbeiða innan bankavinnuna. Craig Lord hevur eina longri grein her á SwimNews, har størstu løturnar hjá Hackett verða nevndar.