4 ungir svimjarar til Finlands at kappast

Fýra svimjarar fóru í morgun til Finlands har teir skullu taka lut í NUM ( Nordisk Ungdoms Mesterskaber )

Hetta er kapping á sera høgum støði, har bara tey bestu sleppa við.

SSF valdi at senda hesi avstað: Birita Debes (Flot), Helenu Strøm Sævarsdóttir (SuSvim), Moniku Biskupstøð (Ægir) og Poulu Øssursdóttir Mohr (FS).

Kappingin byrjar ímorgin, og svimjararnir koma heimaftur sunnukvøldið.

Venjarar eru : Rúni Gaardbo, Petur Heðin á Fløtti og Jóhan Martin Poulsen Continue reading 4 ungir svimjarar til Finlands at kappast

Videobrot av 400 frí innleiðandi

Eitt videobrot av 400 frí innleiðandi kapping er at finna á YouTube. Tíverri er tað ikki tann riðilin, sum Pál vann, men man sær Pál gera seg kláran við geil 4 mótir endanum av brotinum. Fotografurin fylgir Anders Lie og Frederik Siem “Jaws” Pedersen á ávíkavist geil 1 og 3. Pólendingurin Krzysztof Piekut á geil 4 bleiv nr 8 í finaluni.

Fjøðurlættir í kvøld

Tað sum vit ikki hava torað at nevnt við einum orði seinasta døgnið, gekk í uppfyllilsi í dag, og lagið er tí bara so avbera gott. Serbiska guidin hjá føroyingum stóð uppi og rópti upp á Pál, og var heilt rørd tá ið eg tosaði við hana seinni. Taxa-chaufførurin í bilinum heim av Continental í kvøld spurdi tríggjar ferðir um tað veruliga var satt (og triðju ferð var tað líka við at hann steðgaði bilinum) at vit bara eru 48.000 fólk alt í alt, og tó so hava fingið ein evropameistara. “That is beautiful”, er orðarætt sitat frá hesum fryntliga serba. Continue reading Fjøðurlættir í kvøld

Eitt ótrúligt kvøld

Ja hatta var so tað, fyrsta føroyska heiðursmerkja á EJM nakrantíð, og tá enntá eitt úr gulli. Pál Joensen, evropameistari í 400 frí við 3:51.44. Sjálvsagt føroyskt met, og føroyskt met eisini í 200 frí, eftir at hava svomið fyrstu 200 í hasum 400 við tíðini 1:53.20. Undir vinnaratíðina hjá Izotov frá HM í Mexico í juli, og harvið ovast á styrkismetingarlistanum hjá alheims juniorum, í 400, 800 og 1500 frí. Sensatiónin er her, og tvær kappingar eru eftir. Tvær har hann er betur. Continue reading Eitt ótrúligt kvøld