Hatta gekk jú bara heilt gott, hendan fyrsta dagin á Danish Open 2025. Lea O. Højsted (2008, Ægir) tvær ferðir føroyskt met og juniormet í 100 bringu, og Líggjas Joensen (2008, Ægir) bronsumerki í 800 frí. Hartil fleiri persónlig met, sí yvirlitið her:
Lea 1:12.48 og nýtt føroyskt met og juniormet í 100 bringu
Lea O. Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í kvøld at seta føroyskt met og juniormet, tá ið hon vann B-finaluna á Danish Open við tíðini 1:12.48. Metini hjá henni vóru 1:12.91 frá í morgun, og áðrenn tað 1:14.06 frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her

Líggjas 8:15.05 og bronsu í 800 frí á Danish Open 2025
Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á Danish Open 2025, og flott persónligt met eisini, við tíðini 8:15.05 í 800 metra frísvimjing á langgeil. Hansara besta tíð áðrenn hetta, var 8:20.60. Sí úrslitalistan her.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2025
Fyrsti finalupartur á Danish Open 2025 byrjar nú kl 16, føroyska tíð, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Sí úrslitini so hvørt her á Swimify

Kunning um Oyggjaleikir 2025
Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2025 sendu okkum herfyri niðanfyri standandi kunning um svimjistevnuna sum verður har á Orkney, 14. til 17. juli 2025. Sum heild sær tað rættiliga gott út, m.a. við góðum plássi til áskoðarar.

Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open svam seg til úrslitið 1:12.91. Hon átti sjálv metini á 1:14.06, frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her

Úrslit og stroyming frá Danish Open 2025
Danish Open 2025 byrjaði nú í morgun, har eisini svimjarar úr HS, Ægir og FS lutteka. Úrslit frá Danish Open fara at kunna síggjast her á Swimify, og stroymað verður her á Svoem TV

Katja og Rúni úttikin til EM U23
Evropeiska svimjisambandið fráboðaði nú á døgverða, hvørjir dómarar ið tey hava úttikið til EM U23, sum verður í Samorin í Slovakia hin 26. til 28. juni 2025. Har í millum eru altjóða yvirdómarar Katja Lervig og Rúni Gaardbo, sum vóru innstillingin hjá Svimjisambandi Føroya til hesa stevnu. Til lukku tit bæði.

Kunning um EM í Open Water 2025
Evropeiska svimjisambandið skipar hin 28. til 31. mai 2025 fyri EM í Open Water í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia, eftir ætlan við eisini luttøku av føroyskum svimjarum. Nú finst kunningarfaldarin her á heimasíðuni hjá European Aquatics

Úrslit og stroyming frá Bergen Swim Festival 2025
Bergen Swim Festival 2025 byrjar nú í morgun, har eisini Jonna Joensen (2005, Ægir) luttekur. Úrslit frá Bergen Swim Festival fara at kunna síggjast her á Swimify, og stroymað verður her á SuperLive
