Kunning um EM í Open Water 2025

Evropeiska svimjisambandið skipar hin 28. til 31. mai 2025 fyri EM í Open Water í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia, eftir ætlan við eisini luttøku av føroyskum svimjarum. Nú finst kunningarfaldarin her á heimasíðuni hjá European Aquatics

Stari Grad. Image courtesy of Anja PietschCC BY 2.0

Eftir ætlan verður svomið í tronganum í Stari Grad, soleiðis at talan er um rættiliga væl varda svimjing, heldur enn til dømis framvið strond. Har eru hús og bátar og kei framvið, mestsum alla rutuna.

Kappingarskráin er hendan:

  • Mik 28/5: 10K (kvinnur kl 09:00-11:25, menn kl 14:00-16:20)
  • Hós 29/5: 5K (kvinnur kl 10:00-11:15, menn kl 15:00-16:15)
  • Frí 30/5: 3K ‘knockout’ (menn kl 10:00-11:30, kvinnur kl 15:00-16:30)
  • Ley 31/5: 4×1500 liðsvimjing fyri mix-lið (10:00-11:35)

Føroyska luttøkan er serliga til at royna at fáa eitt gott úrslit í liðsvimjingini, nú nýggja úrvalsskipanin er til fyrimuns fyri liðavrik heldur einstaklingaavrik, í øllum førum tá ið tað kemur til svimjing. Málið er at verða nr 16 ella 32 í Evropa.

Her er úttøkuskipanin hjá SSF til EM í Open Water 2025:

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.