Adlington ynskir eisini superdraktirnar burtur

Bretski gullvinnarin í 400 og 800 frí á OL í Beijing metir í grein í The Guardan, at onnur fara at hava ein fyrimun í mun til hana á komandi heimsmeistarastevnu í Rom, av tí at hon vegna sáttmálabindingar skal nýta Speedo LZR, meðan tey kunnu brúka til dømis Jaked J01. Men hon ætlar sær ikki at skifta, millum annað tí at hon er mest komfortabul í Speedo draktini. Og ynskir so annars serliga tær draktir burtur, sum hjálpa svimjaranum at flóta betur.

Rutemiller ynskir eina “Pro League” til draktirnar

Ritstjórin Brent Rutemiller viðmælir í grein her á SwimmingWorld Magazine, at man stovnar eina “Professional Swim League” til superdraktirnar, og so letur klassisku svimjingina verða uttan hesar somu draktir. Sum eitt slag av “X-Games” innan svimjing, á sama hátt sum snowboarding í mun til vanliga skíing. Og tankin er so at tann óavmarkaða útgávan kann skaffa ítróttinum áhuga og pengar, sum eisini smittar yvir aftur á ‘reinu’ svimjingina.

Ein av bakdeilunum við Jaked

Nú FINA hevur avgjørt at loyva hesum super men skroypilgu draktum, ið sita so stramt at tær beinleiðis flusna av svimjaranum tá ið riva kemur í – og samstundis ikki loyva svimjarum at hava nakað innanfyri – so eru tað tíverri myndir sum hesar ið vit skulu til at venja okkum við. Stakkals Flavia Zoccari, kolldømd frá kapping á Mediterranean Games í Pescara, tí at rumpan er ber.

“When in Rome…”

Bretin Mark Foster er sera harmur um, at FINA loyvir superdraktum aftur. Tað er at lesa á BBC Sport:

“The world championships are now going to be the suit wars and it’s taken the shine off swimming… …Michael Phelps is the best swimmer in the world but someone wearing a Jaked suit will beat him if he’s using a Speedo suit – they are that effective…. …I want to see the sport go back to a pair of swimming trunks but that will never happen because this has gone too far now. There’s also too much money involved in the swimsuit manufacturers… …To me these suits are the equivalent of steroids…”

Venjarin Michael Scott væntar, at svimjarir fara at mótmæla FINA:

“I have no doubt that the voice of swimming will make itself heard if what I expect to happen in Rome happens”

“When in Rome, do as the Romans do”, sigur orðatakið, sum merkir, at man eigur at fylgja siðvenjuna hjá teimum lokalu, sum man ferðast hjá. So kanska eiga allir luttakarnir í komandi HM í Rom at svimja í Jaked draktum?

Annaðhvørt gull fór til Føroyar

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroyar

Áðrenn Oyggjaleikirnar sá tað út til at føroyska svimjilandsliðið kundi vinna umleið triðingin av øllum gullmerkjum á Álandi, um alt gekk sum ætlað, og ongar stórvegis forskjótingar vóru í mun til tilmeldingartíðirnar. Men nú leikirnir eru av hjá svimjarunum, hava vit vunnið 21 gullmerki av 42 møguligum, umframt tað 43. óalmennu kappingina 8×50 frí.

Úrslit í finalunum í dag:

  • 100 blandað kvinnur: Poula Ø. Mohr 1:08.15 (2) – juniormet
  • 400 frí menn: Pál Joensen 3:52.22 (1)
  • 400 frí menn: Andrass Thomsen 4:04.59
  • 100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 55.66 – føroyskt met
  • 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 58.12 – oyggjaleikamet
  • 100 frí kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 1:01.29 (7)
  • 50 frí menn: Pál Joensen 23.19 – føroyskt met og oyggjaleikamet
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr 23.33 (3) – juniormet
  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes 29.97 (1) – juniormet og gullnálatíð
  • 50 rygg kvinnur: Poula Ø. Mohr 31.12 (2)
  • 200 bringa menn: Pál Joensen 2.16.06 (1) – føroyskt met og oyggjaleikamet
  • 4×100 blandað kvinnur: SSF 4:22.92 (1) – landsliðsmet og oyggjaleikamet
  • 4×100 frí menn: SSF 3:27.14 (2) – landsliðsmet
  • 8×50 frí mix: SSF 3:22.32 (1) – landsliðsmet* og oyggjaleikamet

Continue reading Annaðhvørt gull fór til Føroyar

Allir svimjarar víðari aftur í dag

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú er bara ein partur eftir av átta, her á svimjistevnuni á Álandi, og okkara svimjarar eru enn avbera væl fyri. Tey luttóku tilsamans 14 ferðir í morgun, í 10 svimjigreinum, og komu tilsamans 14 ferðir víðari til finalu. Ongantíð við minni enn sættbestu tíð, og hvørja ferð uttan at verða veruliga pressað.

Úrslitini í morgun vóru hesi:

  • 100 blandað kvinnur: Poula Ø. Mohr 1:09.93 (2)
  • 400 frí menn: Pál Joensen 3.45.87 (1) – Oyggjaleikamet
  • 400 frí menn: Andrass Thomsen 4:07.15 (3)
  • 100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 59.59 (3)
  • 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 59.93 (3)
  • 100 frí kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 1:01.29 (6)
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr 24.03 (4)
  • 50 frí menn: Pál Joensen 24.05 (5)
  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes 30.75 (1)
  • 50 rygg kvinnur: Poula Ø. Mohr 31.12 (2)
  • 200 bringa menn: Pál Joensen 2:29.33 (6)
  • 4×100 blandað kvinnur: SSF 4:38.53 (4)
  • 4×100 frí menn: SSF 3:45.93 (5)
  • 8×50 frí mix: SSF 3:36.72 (1)

Continue reading Allir svimjarar víðari aftur í dag

Síðsti dagur hjá svimjingini

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í dag hava vit útlit til í øllum førum eitt garanterað gullheiðursmerki, umframt eini trý onnur rímiliga trygg. Pál Joensen skal svimja 400 frí, har hann til nú hevur vunnið 100, 200 og 1500. Shaila liggur til gull í 100 frí, og ungu genturnar Birita Debes og Poula til ávikavist gull og silvur í 50 frí. Og Pál og Pauli svimja 50 frí, har tað er spurningurin um Pauli skal vinna sítt fyrsta gullmerki sum einstaklingur, ella Pál skal klára fulla rekkju í frígreinunum, ella tað skal verða hasin Adam Jakobsson av Gotlandi, sum hevur bestu tilmeldingartíð.

Luttøkan hjá føroyingum í dag:

  • 100 blandað kvinnur: Poula Ø. Mohr (5)
  • 400 frí menn: Pál Joensen (1) og Andrass Thomsen (3)
  • 200 firvald kvinnur: Eingin føroysk luttøka
  • 100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum (2)
  • 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar (1) og Guðrun H. Jacobsen (11)
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr (2) og Pál Joensen (3)
  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes (1) og Poula Ø. Mohr (2)
  • 200 bringa menn: Pál Joensen (2)
  • 4×100 blandað kvinnur: SSF (eingin tilmeldingartíð)
  • 4×100 frí menn: SSF (eingin tilmeldingartíð)
  • 8×50 frí mix: SSF (eingin tilmeldingartíð)

Continue reading Síðsti dagur hjá svimjingini