Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroyar
Áðrenn Oyggjaleikirnar sá tað út til at føroyska svimjilandsliðið kundi vinna umleið triðingin av øllum gullmerkjum á Álandi, um alt gekk sum ætlað, og ongar stórvegis forskjótingar vóru í mun til tilmeldingartíðirnar. Men nú leikirnir eru av hjá svimjarunum, hava vit vunnið 21 gullmerki av 42 møguligum, umframt tað 43. óalmennu kappingina 8×50 frí.
Úrslit í finalunum í dag:
- 100 blandað kvinnur: Poula Ø. Mohr 1:08.15 (2) – juniormet
- 400 frí menn: Pál Joensen 3:52.22 (1)
- 400 frí menn: Andrass Thomsen 4:04.59
- 100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 55.66 – føroyskt met
- 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 58.12 – oyggjaleikamet
- 100 frí kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 1:01.29 (7)
- 50 frí menn: Pál Joensen 23.19 – føroyskt met og oyggjaleikamet
- 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr 23.33 (3) – juniormet
- 50 rygg kvinnur: Birita Debes 29.97 (1) – juniormet og gullnálatíð
- 50 rygg kvinnur: Poula Ø. Mohr 31.12 (2)
- 200 bringa menn: Pál Joensen 2.16.06 (1) – føroyskt met og oyggjaleikamet
- 4×100 blandað kvinnur: SSF 4:22.92 (1) – landsliðsmet og oyggjaleikamet
- 4×100 frí menn: SSF 3:27.14 (2) – landsliðsmet
- 8×50 frí mix: SSF 3:22.32 (1) – landsliðsmet* og oyggjaleikamet
*Ikki offisielt skrásett met, men heilt víst skjótari enn nakað føroyskt landslið hevur svomið áður.
Sum heild hava hesir leikirnir verið framúr, har evnaríkir svimjarar úr 4 ymiskum føroyskum feløgum toppaðu í senn, til at gera sítt besta tá ið tað veruliga taldi. Vit hava gjørt vart við okkum á ein sovorðnan hátt, at svørtu landsliðstroyggjurnar gingu sum heitt breytt, tá ið tey sloppu at býta um eftir svimjistevnuna.
Men nú er hugnaløta á strondini, og eg eri longu 1 tíma ov seinur. Ein samandráttur kemur í morgin, um vit kunnu finna útav at telja saman øll heiðursmerki og met. Umframt onkur mynd, sum vit ætla at taka umleið á døgverða í morgin. Og annars er venjing aftur kl 08:00 í morgin, her á Álandi, hjá teimum sum skulu til EM og HM í summar.
Moyrur men ófatiliga fegin
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya
Nøkur úrslit eru hálaði fram á BBC Sport:
“Ian Black continued his dominance after winning two golds in Aland in his second day of competing….His second gold came in the men’s 50m breaststroke event where he beat silver Pal Joensen of the Faroe Islands by just 0.41 seconds….
…Ebony Jacklin won a joint-gold medal in the women’s 400m individual medley with Shaila Millum Gardoarnar of the Faroe Islands, both finishing in a time of 29.11…
…It was a double medal win for Jersey in the women’s 800m freestyle as sisters Katy and Emma Glendening took silver and bronze respectively. [Hmmmm… hvør fekk gull?]
…Charlotte Manning added silver to the already impressive Jersey swimming tally, coming second to Faroe Island’s Malan Vitalis Baerendsen in the women’s 200m breaststroke….
…Jersey’s women also took the silver in the 4x50m medley relay beaten to the gold by an on-form Faroe Islands side who set a new Games record time of 1:85.86 to take gold…”
– sjálvt við døggaðar svimjibrillur eigur man at síggja, at yvirskriftin er eitt sindur misvísandi.
Handan greinin er skrivad av lokalu Jersey stødini hjá BBC, so tá er tad ikki so misvísandi hódast alt..!!!
BBC JERSEY – LATEST SPORTS NEWS
Jersey fólkini eru stolt av silvur vinnarinum í 400 frí, JJ Gallichan, tá hann megnaði at fara undir 4 min. á teininum. Men tey eru eisini eitt sindur skelkaði av kappingini frá føroyingunum og mennirnir av Guernsey. Á thisisjersey.com stendur:
“…It was, unquestionably, the performance of the night – Gallichan finished in 3.52.56, just 0.3 seconds behind world No 15-ranked Pal Joensen, the Faroes swim star who has dominated the podium this week.
Gallichan also smashed the Island record by four seconds – a record set by Jersey and Olympic swimmer Simon Militis – and became just the second man in Jersey to swim under four minutes for 400m.
And when he realized just how fast he had swam, Gallichan was just as speechless as the spectators….
[Gallichan]“The competition here has definitely helped – the Faroe Islands are so strong, as are Guernsey’s men, who have given us a bit of a shock as well, but the whole Jersey team has done so well. We’ve had a really great week.””
Úr Isle of Wight County Press Online:
“…In all, more than 30 new Island Games records were set, including the 12-year record for the 200m breaststroke, recorded by Darren Mew in Jersey.
The original record of 2.19.89 was smashed by three seconds, by Pal Joensen, of the Faroe Islands, who recorded 2.16.06…”
Offisielli úrslitalistin sigur at Pál svam síðstu 100 frí uppá 25.36 sekund. TAÐ er imponerandi, sjálvt við flúgvandi starti!! Hinvegin má Kári á Høvdanum oppa seg, tí 1:17.60 hevði eg altso eisini klárað 🙂
http://www.livetiming.se/results.php?cid=291&session=8&round=F&event=42