U.S. Nationals er ‘live’ beint nú

Tey svimja finalur nú seint um kvøldið, har yviri í Indianapolis. Amerikanska meistarstevnan og úttøka til heimsmeistarastevnuna í Rom. Til ber at síggja stevnuna ‘live’ her á universalsports.com. Til ber eisini at fylgja við tíðunum ‘live’ á www.omegatiming.com, umframt at síggja úrslitini her. Kappast verður til og við leygardagin, við finalum frá umleið kl 22:30, føroyska tíð.

Pauli í Prag

Heilsan úr Prag í gjárkvøldið: “Komu til Prag sunnukvøldið í øllum góðum. Í dag hevur Pauli vant í 50m hyli uttandura hylinum har EJM verður. Pauli sigur at vatnið følist bara væl. Stadion er flott: tveir 50m hyljar, ein inni og ein úti, og so ein 25m hylur úti. Veðrið í Prag er gott, 27 stig í skugganum”.

Pauli EJM09-7-7