Hardy setti eitt heimsmet afturat, í síðstu viku

Orsaka, eg yvirsá at 50 metra splitt-tíðin hjá Jessica Hardy var 29.80, og harvið heimsmet, tá ið hon á U.S. Open herfyri setti heimsmet í 100 bringusvimjing, við tíðini 1:04.45. Hon hevði annars sett heimsmet eisini dagin fyri, í 50 bringu, við tíðini 29.95, sum var fyrsta tíð hjá kvinnu undir 30 sekund, í 50 bringu á langgeil. Harvið vóru í øllum førum 12 heimsmet sett tilsamans, hesar 7 dagarnar eftir HM í Rom. Les SwimmingWorld Magazine

U.S. Nationals er ‘live’ beint nú

Tey svimja finalur nú seint um kvøldið, har yviri í Indianapolis. Amerikanska meistarstevnan og úttøka til heimsmeistarastevnuna í Rom. Til ber at síggja stevnuna ‘live’ her á universalsports.com. Til ber eisini at fylgja við tíðunum ‘live’ á www.omegatiming.com, umframt at síggja úrslitini her. Kappast verður til og við leygardagin, við finalum frá umleið kl 22:30, føroyska tíð.