Svimjikalendarin 2009-2010

Viðfestur er endaligi kalendarin hjá Svimjisambandi Føroya, fyri svimjiárið 2009-2010. Legg til merkis áhugaverd tiltøk sum ein landsdystur millum Føroyar og Ísland tann 10. oktober, World Cup luttøku í Moskva, Stockholmi og Berlin í november, EM í Istanbul í desember, Reykjavík International í januar, DM og fyrsta FM fyri Masters í mars og apríl, MU, FM og JM í mai, DÅM í juni og NUM og EJM í juli. Hartil skeið í ‘frímánaðunum’ august, september og februar. Og so allar tær vanligu, føroysku stevnurnar afturat.

Nú nærkast Rom av álvara

Heimsmeistarastevnan í Rom er byrjað, og til ber tí nú at fylgja við kappingum á vippu og í synkronsvimjing á til dømis Eurosport, umframt at tey í morgin fara at svimja á havinum. Italiumenn hava eitt myndasavn á www.roma2009.com, har man til dømis kann síggja at tey brúka nýggju skamlarnar við track-stúttu, umframt eina rúgvu av øðrum flottum myndum av umstøðunum. Annars vísir FINA á hesa almennu heimasíðuna, har startlistarnir fara at kunna síggjast her, umframt at italsku fyrireikararnir hava hesa.

Sviar og danir nøgdir við sekundær pláss á EJM

Sviar draga her saman um sína luttøku á evropeisku juniormeistarastevnuni í Prag í ár, at tey eru hampuliga nøgd við at vinna silvurheiðursmerki í einstaklingakappingar, og tvey bronsu í liðsvimjing. Danir eru somuleiðis nøgdir við at hava vunnið eitt fjórðapláss, og at hava sett nógv persónlig met og juniormet.

Vit í Føroyum eru eisini nøgd við at Pauli Ø. Mohr betrar seg í báðum teimum greinum sum hann luttekur í, og setur føroyskt juniormet í báðum. Men hetta sigur kanska eitt sindur um, hvussu ófatiliga gott úrslitið hjá Páli Joensen var í fjør; at vinna 3 gullheiðursmerki, og seta evropeisk juniormet í 800 frí, við eini tíð sum ikki varð betrað um í ár.
Continue reading Sviar og danir nøgdir við sekundær pláss á EJM

Piersol nýtt heimsmet í 200 rygg

Amerikanski Aaron Piersol setti í gjárkvøldið sítt næsta heimsmet á amerikansku meistarastevnuni og HM úttøkustevnuni í Indianapolis, tá ið hann svam 200 rygg í tíðini 1:53.08, har heimsmetið hjá Ryan Lochte frá Beijing í 2008 var 1:53.94. Harvið hevur hann sett heimsmet nú bæði í 100 rygg og í 200 rygg, á hesi úttøkustevnu í USA. Les SwimInfo.com

Sullivan og Stoeckel melda avboð til HM

Avstralsku OL heiðursmerkjavinnararnir Eamon Sullivan og Hayden Stoeckel melda nú avboð frá heimsmeistarastevnuni í Rom, Sullivan tí at hann stríðist við sjúku, og Stoeckel vegna akslaskaða. Sullivan vann silvur í 100 frí í Beijing, og bronsu í 100 frí á HM í Melbourne í 2007, meðan Stoeckel vann bronsu í 100 rygg í Beijing. Les SwimInfo.com

Pauli 24.68 í 50 frí í morgun

Pauli EJM09-1-1Pauli Ø. Mohr svam í morgun 50 frí á evropameistarstevnuni fyri juniorar í Prag, við tíðina 24.68 sekund, har hansara inntil nú besta tíð var 24.77 sekund. Harvið kláraði hann at betra um sínar bestu tíðir í bæði 50 og 100 frí, og kom heilt nær føroyska metinum hjá Kristiani Olsen, á 24.56 sekund frá Reykjavíkar International í 2007.

Phelps meldað frá 100 frí, Hoff slettis ikki við

Michael Phelps vaknaði við hald í nakkanum hósdag morgunin, men kláraði tó at seta heimsmet í 100 firvald um kvøldið. Men tað var allíkavæl so mikið ringt, at hann nú meldaði frá 100 frí, og tí bara fer at svimja 200 frí, 100 firvald og 200 firvald, á heimsmeistarastevnuna í Rom, umframt sikkurt liðsvimjingar eisini.

Katie Hoff, sum fyri stuttum var hildin at verða kvinnuliga útgávan av Phelps, og sum nú venur hjá sama venjara, kláraði ikki at kvalifisera seg til heimsmeistarastevnuna yvirhøvur, nú hon bleiv nr 6 í 400 frí, nr 8 í 200 frí, fyri síðani at melda frá í 100 og 800 frí. Hon hevur skift venjara og teknikk, seinasta árið, men er inntil víðari bara blivin spakuligari av tí, og kallar tí hetta árið fyri “the hardest year of my life”.