Nú nærkast Rom av álvara

Heimsmeistarastevnan í Rom er byrjað, og til ber tí nú at fylgja við kappingum á vippu og í synkronsvimjing á til dømis Eurosport, umframt at tey í morgin fara at svimja á havinum. Italiumenn hava eitt myndasavn á www.roma2009.com, har man til dømis kann síggja at tey brúka nýggju skamlarnar við track-stúttu, umframt eina rúgvu av øðrum flottum myndum av umstøðunum. Annars vísir FINA á hesa almennu heimasíðuna, har startlistarnir fara at kunna síggjast her, umframt at italsku fyrireikararnir hava hesa.

One thought on “Nú nærkast Rom av álvara”

  1. Kameramaðurin hjá Eurosport-uk, Ken Hijino, hevur sikkurt onkra sponsoravtalu við Nikon, eftirsum hann velur at skriva nógv rósandi orð um Nikon D90 kameraði, ið hann ætlar at brúka í Rom.

    “I will be ready with my D90. Ready to make the most of those inspiring moments in Rome”, sigur Ken Hijino.

    (Rókur má klára seg við Nikon D40)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.