Birita 32.27 í 50 rygg

Hetta var eitt vet frá kravtíðini til at seta føroyskt juniormet, sum er 32.02 sekund, men tó so ein fitt betring av hennara persónligu bestu tíð, sum er 33.05 frá Reykjavík International í januar í ár. Svimjisamband Føroya byrjaði fyrst at skráseta kravtíð í fjør heyst, og avgjørdi tá at áseta kravtíðir, til at umganga at fyrstu metini gjørdust alt ov veik. Birita varð samanlagt nummar 89 av teimum 132 sum svumu í morgun, og flutti seg harvið nøkur pláss fram, í mun til sína styrkismeting sum nummar 93 sambært tilmeldingartíðunum. Elspa Mørkøre eigur føroyska metið, sum er 30.78 sekund, frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Antwerpen í 2007.

vlcsnap-2009-07-29-10h26m31s207

Phelps meldar møguliga pass til draktirnar eru burtur

FINA stjórnin váttaði offisielt í gjár, at tey fara at gera sum atkvøðugreiðslan á aðalfundi her í Rom kravdi, og forbjóða superdraktum frá einaferð í 2010. Men har vit hildu at talan fór at vera um skeringspunkt tann 1. januar 2010, sigur FINA stjórnin nú, at tað nokk verður einaferð í apríl ella mai. Venjarin hjá Michael Phelps er illum um hetta, og sigur at Phelps møguliga fer at droppa altjóða svimjistevnur, til draktir sum Arena X-Glide og Jaked J01 eru burtur. A”t FINA eigur at “do something or they’re going to lose their guy who fills these seats”. FINA nevnir eisini ein annan trupulleika, at tey nú skulu til at definera, hvat eitt “tekstil” er, í mun til hesar stoyptu gummidraktirnar sum svimjararnir svimja í, í dag. Les Bloomberg.com.

DSC_0826

Svínakrím á hotellinum

Jón frætti í gjár at ein ungarskur vatnpolospælari herfyri varð sendur heim av hotellinum hjá okkum, við staðfestum svínakrím. Nakrir svimjarar úr Barbados stríðast eisini við onkrar sjúku, sum gevur teimum høgan fepur, men sum læknin ikki enn veit hvat er. Onkur av teimum er vist nokk í karantenu á kamarinum, men vit hava altso sæð teir dagliga niðri í matstovuni, til nú. Sjúkan gevur pínu í lungunum, sum Pál eisini hevur klagað um, so tað er altso ein møguleiki fyri at hann stríðist við onkrari bakteriu ella virus, um enn hann ikki hevur fepur ella onnur symptom uppá veruliga sjúku. Mest skuffandi í hesum sambandi er, at vit einki frætta um sjúkutekin hjá øðrum svimjarum, uttan tá ið vit beinleiðis spyrja lækna ella líknandi um tað.

4 heimsmet á triðja degi av HM í Rom

Týski Paul Biedermann eyðmýkti Michael Phelps, tá ið hann setti heimsmet við tíðini 1:42.00, har Phelps bara megnaði 1:43.22. Heimsmetið hjá Phelps var 1:42.96, áðrenn hetta, so talan var um eitt heimsmet á nærum 1 sekund, yvir bara 200 metrar. Síðani setti bretska Gemma Spofforth nýtt heimsmet í 100 rygg, við tíðini 58.12, har russiska Anastasia Zueva í gjár setti heimsmet við tíðini 58.48. Zueva var eisini undir ‘gamla’ heimsmetið, og heilt nær Spofforth, við tíðini 58.18. Í hálvfinaluni í 50 bringu setti Cameron van der Burgh heimsmet við tíðini 26.74, har heimsmetið hjá brasilska Felipe Franca da Silva var 26.89. Í hálvfinaluni í 200 frí betraði italska Federica Pellegrini um sítt heimsmet frá mars mánaða í ár, frá 1:54.47 til 1.53.67.

DSC_0813

Pál 8:01.50 í 800 frí

Tað gekk tíverri ikki sum ætlað, nú Pál Joensen svam 800 frí. Hann ætlaði sær undir 7 minuttir og 50 sekund, og fylgdi eisini við fyrstu longdirnar, men dragnaði so eftir einar 3-400 metrar, til at svimja 8:01.50, har besta tíð og norðurlendska metið hjá honum var 7.54.40. Tunesiski Oussama Mellouli svam bestu tíð 7:41.82, amerikanski Ryan Cochrane 7.43.61, og italski Federico Colbertaldo síðani evropeiskt met 7:44.29. Peter Vaanderkay fekk síðstapláss til finaluna, 7:49.71, meðan týski Jan Wolfgarten var beint uttanfyri við 7:50.01. Danski Mads Glæsner bleiv nr 11 við 7:52.18, sum so er nýtt norðurlendskt met, og Pál bleiv so nummar 18, av teimum 52 sum svumu 800 í morgun.

DSC_0760
Continue reading Pál 8:01.50 í 800 frí

Lítið og einki internet í Rom

Tráðleysa internetið var burtur á hotellinum í gjáramorgunin, hóast eg hevði keypt mær 24 tímar pass, og tað vísti seg so eisini at vera ein trupulleiki sum kravdi, at onkrir teknikarar skuldu koma at umvæla. Tað tók so í øllum førum allan dagin í gjár. Á Foro Italico eru so nógv á í senn, at serliga download koyrir við sniglaferð, og eg tí t.d. ikki kann brúka hesa www.svimjing.com/live síðuna, ella á annan hátt skriva ella senda beinleiðis av kantinum. Í løtuni siti eg í mediasentrinum, saman við Jón Briani Hvidtfeldt, og her riggar tað so enn. Nakrar nýggjar myndir eru á veg upp, við hálvgóðari ferð, frá serliga finaludegnum í gjár.

DSC_0531

5 heimsmet, annan dag í Rom

Brenton Rickard úr Avstralia setti nýtt heimsmet í 100 bringu, við tíðini 58.58, har heimsmetið hjá Kosuke Kitajima var 58.91. Franski Hugues Duboscq var eisini undir heimsmetið hjá Kitajima, við 58.64. Sarah Sjostrøm úr Svøríki setti nýtt heimsmet í 100 firvald við tíðini 56.05, har heimsmetið hjá henni frá í gjár var 56.44. Jessicah Schipper svam eisini undir ‘gamla’ heimsmetið, við tíðini 56.23. Rebecca Soni úr USA setti heimsmet í 100 bringu, við tíðini 1:04.87 har metið hjá ‘Lethal’ Leisel Jones var 1:05.09. Russiska Anastasia Zueva setti heimsmet í hálvfinaluni í 100 rygg, við tíðini 58.48 har heimsmetið hjá Kirsty Coventry var 58.77. Og í 200 blandað betraði Ariana Kukors úr USA um sítt heimsmet frá í gjár, frá 2:07.03 til 2:06.15.

DSC_0735