Pál Joensen fekk EM silvur í 1500 frí

Pál Joensen fekk silvur í Budapest og setti nýtt norðurlenskt met í 1500 frí. Tíðin hjá Pál var 14:56.90 – einans 1.73 sekund eftir fraklendingin Sebastien Rouault, ið svam 14:55.17. Italiumaðurin Samuel Pizzetti fekk bronsu við tíðini 14:59.76. Stuttbana evropameistarin Frederico Colbertaldo úr Italia gjørdist nr 4 við tíðini 15:06.92.

DSC00250
Continue reading Pál Joensen fekk EM silvur í 1500 frí

Kringvarp Føroya sendir eisini frá EM finaluni í 1500 frí

Frætti beint nú frá rímiliga álítandi keldu (ha ha, Jón Brian :-), at Kringvarpið eisini fer at senda frá EM finaluni í 1500 metra frísvimjing, her í Budapest. Jón Bjarnason skal vist nokk kommentera ‘live’ onkunstaðni í føroysku miðlunum, og eg sá eisini á Facebook, at sendingin Parasol í ÚF fer at siga frá kappsvimjingini. Kiksar alt hetta, so ber sum altíð til at fylgja við á Eurosport, ella at lurta eftir upptakt til U21 landsdystin millum Føroyar og Andorra á Rás2.

Pál svimur EM finalu kl 16:02 í dag

Tey eru nógv sum spyrja, og eg leggi tí hesa mynd út her, tikin beinleiðis úr skránni í mínari “Team Leader’s Guide”. Har stendur at Pál svimur kl 17:02 lokala tíð í Budapest, sum er klokkan 16:02 í Føroyum. Og tað kann man rokna við, tí tað hevur jú okkurt við sjónvarping og sjónvarpslýsingar at gera. Eurosport sendir frá øllum EM, íroknað innleiðandi riðlar.

DSC00196

Jon Hestoy fekk silvurnál í Budapest

Jon Hestoy fekk fyrradagin handað silvurnál frá evropeiska svimjisambandinum, á “LEN Family Dinner” her í leypi av EM í Budapest. Hetta er fyri trúgva tænastu í havsvimjingini, har hann hevur luttikið nú tilsamans sjey ferðir sum dómari, síðani hann í 1998 gjørdist “LEN Technical Open Water Swimming Committee Member”.

Her á myndini stendur Jon saman við Sven Egil Folvik aðalskrivara og Nory Kruchten forseta í LEN.

Jon Hestoy silvurnál frá LEN

[Image courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala]

Alshammar og Ottesen 1-2 í 50 firvald

Svenska Therese Alshammar vann fyri løtu síðani gull í 50 firvald á EM í Budapest, við donsku Jeanette Ottesen á øðrum plássi. Tíðirnar vóru 25.63 og 25.69, har Tessan í hálvfinaluni setti stevnumet við 25.50. Svenska Sarah Sjostrøm var eisini heilt nær einum heiðursmerki, við tíðini 26.14 og einum 4. plássi, har bronsumerkið fór til fronsku Melanie Henique við 26.09. Sí úrslit her á omegatiming.com