Tvær útvarpssamrøður í dag
Jón Bjarnason tosar her við Kringvarp Føroya um finaluna í 400 metra frísvimjing í dag, og um útlitini til 1500 metra kappingina í morgin:
World Cup 2010 – Jón ÚF 20101030 by svimjing
Continue reading Tvær útvarpssamrøður í dag
Pál silvur í 400 frí
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, við tíðina 3:44.45 aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:42.31, og frammanfyri niðurlendska Job Kienhuis á 3:45.27, sum er nærmasti kappingarneyti um gullið í 1500 metrar frísvimjing í morgin.
Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen luttók sum kunnugt í morgun á World Cup í Berlin, í innleiðandi riðlunum av 400 frí, og megnaði har við 3:46.76 at svimja seg í finaluna seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum, frammanfyri týska favorittin Paul Biedermann.
Jón vísir fram ‘krubbuna’ í Berlin
Bjarnason væntar einki nýtt heimsmet í Berlin
Videoboð úr Berlin kl 19.05 í kvøld.
Pál fer eftir gullinum í Berlin
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen luttekur nú leygardagin 30. til sunnudagin 31. oktober á World Cup í Berlin, har hann í fjør vann silvur í 1500 metra frísvimjing. Hann er í ár styrkismettur at vinna bronsu í 400 metra frísvimjing, og gull í 1500.
FINA stovnar “Task Force” at kannað hendingina við Crippen
Altjóða svimjisambandið FINA kunnger nú í tíðindaskrivi, at tey hava avgjørt at seta ein arbeiðsbólk av høgt virdum altjóða serfrøðingum at kanna hendingina nú Fran Crippen doyði í havsvimjing. Hesin bólkur fer at umfata ein serfrøðing frá einum altjóða lívbjarginarsambandi, ein serfrøðing í hjartasjúku og sportsmedisin (her serliga viðvíkjandi “sudden death” hendingum), tveir serfrøðingar sum amerikanska svimjisambandið sleppur at peika út, og ein Gunnar Werner sum FINA sjálvt hevur sett, sum er serfrøðingur í lóg.
Danska NTC missir sínar svimjarar
SwimNews.dk og Simma.nu/dk skriva nú at unga Amalie Emma Thomsen hevur valt at gevast á ‘det Nationale TræningsCenter’, fyri heldur at fara at venja hjá Mick Steen Nielsen í svimjifelagnum VAT. Á Simma.nu/dk vísir Ricky Clausen á, at talið av svimjarum sum venja fast á NTC tí nú er niðri á bara 7, harav bara Lotte Friis og Rikke Møller Nielsen hava støði til at kunna røkka altjóða finalum. Hini eru givin ella farin aðrastaðni at venja, sum til dømis Mads Glæsner ið fór til USA.
Innbjóðing til FOMM 2010
Viðfest er innbjóðing til Føroya Open Masters Meistarastevna 2010 , sum verður í Klaksvík leygardagin tann 13. november 2010. Talan er um fyrstu offisiellu føroyameistarastevnu fyri ‘masters’, sum eru svimjarar í aldursbólkunum 25-29 ár, 30-34 ár, 35-39 ár og so framvegis. Eitt tiltak við bæði kapping, heiðursmerkjum og hugnaløtu aftaná, umframt potentiell reypirættindi at kunna kalla seg føroyameistari í eitt ár.