Zhang Lin fer ikki at verja sítt 800 frí HM-heiti í Shanghai

Kinesiski landsliðsvenjarin Yao Zhengjie hevur sambært eurosport.com kunngjørt, at Zhang Lin ikki fer at verja sítt 800 frí heimsmeistaraheiti í Shanghai, tí at hann ikki er í form. Hann er annars fyrsti kinsesiski maður yvirhøvur at gerast heimsmestari, men velur nú heldur at svimja einans 200 frí, av tí at hitt ikki er upp á pláss.

ÍSB-liðið komið til Berlin

Rúni Gaardbo hevur lagt hesa mynd á Facebook, úr Europasportpark hylinum í Berlin sum eisini verður brúktur til World Cup og líknandi. ÍSB skrivar her at Krista fer at luttaka í 50, 100 og 400 metra frísvimjing í bólki S10, meðan Ragnvald fer at svimja 200 frí, 100 rygg og 100 bringu í bólki S14. Startlistar síggjast her, har eg tó av eini og hvørjari orsøk ikki dugi at finna føroyingarnar enn. Bæði innleiðandi riðlar og finalur verða sum kunnugt at síggja á www.youtube.com/paralympicsporttv

270660_126733810744905_100002248609287_212694_5105253_n

Startlistarnir til EJM í Beograd eru klárir

Evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjar sum kunnugt í næstu viku, við luttøku av 4 føroyingum. Startlistarnir síggjast nú her á swimrankings.net, við føroyingunum konsekvent niðast ella niðarliga í teimum greinum sum tey luttaka í, mest tí at tey eiga so fáar góðkendar tilmeldingartíðar av langgeil síðani EJM 2010. Vónandi koma tey eitt sindur av upp eftir listanum í leypi av vikuni 🙂

Annars skýrir The Swimmers Circle ungarska Bence Biczó at vera størsti profilur á stevnuni, sum ungarskur (senior)meistari í 200 firvald við næstbestu tíð í heiminum í ár. Hann skal millum annað svimja 100 firvald, sum Magnus eisini svimur, Biczó við tilmeldingartíð 53.61. Vinnaratíðin í 200 firvald var 1:54.79, í kapping har hann vann á sjálvum László Cseh. Longu í fjør varð hann evropameistari í greinini.

30 gull var ikki nokk at vinna á Isle of Wight

Um svimjarnir høvdu vunnið 30 gull, sum formaðurin vónaði, so hevði tað ikki verið nokk at vunnið samanlagt á leikunum. Gamaní, í svimjingini hevði 30 gull rokkið væl og virðiliga til eitt 1. pláss, men Guernsey megnaði at vinna 41 gull í alt.
Í bobblugrafinum síggja vit heiðursmerkjabýtið millum oyggjarnar dag fyri dag á Isle of Wight. Tal á gull sæst á x-ásini, silvur á y-ásini, bronsu á litinum og heiðursmerkir í alt á bobblu støddini.

Fýra brasiliumenn íroknað Cesar Cielo tiknir fyri doping

Olympiski meistarin og heimsmeistarin César Cielo varð á Maria Lenk Trophy stevnuni í mai mánaða testaður positit fyri nýtslu av furosemide, sum ikki er eitt dopingevni í sær sjálvum, men sum kann fjala aðra doping. Hann sigur at talan er um krossdálking í einum lógtilskoti, og brasilska antidopingin hevur tí bara givið honum eina ávaring, saman við teimum trimum Nicholas Santos, Henrique Barbosa og Vinicius Waked, sum eisini vórðu tiknir fyri nýtslu av hesum evninum. Craig Lord er ikki glaður her á SwimNews.com, mest tí at dómirnir eru so skiftandi, frá ávaring upp til 2 ára karantenu, alt eftir hvørjum landi tú kemur frá.

César Cielo após terminar a prova de revezamento para o Flamengo