Ingibjörg og Eygló settu nýggj met í 50 rygg í dag

Ahem, ein landsdystur ímóti Íslandi verður kanska ikki heilt so lættur at vinna, um íslendarar senda síni bestu. Í gjárkvøldið setti Ingibjörg Kristín Jónsdóttir úr Sundfélagi Hafnarfjarðar til dømis nýtt íslendskt met í 50 metra ryggsvimjing, við 28.45 har gamla metið hjá Sarah Blake var 28,91, umframt at Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Ægi setti nýtt ‘stúlknamet’ við 28.69. Til samanberingar er føroyska metið og juniormetið hjá Biritu Debes 29.00, so hon má rubba seg um hesar báðar koma við til Føroyar.

Pál Joensen undir pressi í Potsdam

Pál Joensen er hendan mánaðin í Potsdam, tríggjar vikur upp undir World Cup í Stokkhólmi (minus eitt lítið svipp til Føroyar ísv landsdystin), har hann av sonnum verður pressaður av venjaranum Jörg Hoffmann. Vit tosa um tríggjar ferðir venjing um dagin, umframt ymiskt annað stuttligt sum ein kapping í Berlin í dag har Pál svam 100 + 200 + 400 + 1500 frí og 400 blandað, og vann alt uttan 200 frí. Tíðirnar vóru 51.96 í 100 frí, 1:52.11 í 200 frí, 3:50.62 í 400 frí, 15:15.46 í 1500 frí og 4:34.12 í 400 blandað, alt á stuttgeil, har Jón Bjarnason úr Calella viðmerkir ‘ikki nakað at reypa av, men nokk til at vinna’, og at 200 meturin reyk tí at 1500 frí var beint áðrenn. Og á ja, so vandi hann millum kappingarnar 🙂

Pál Joensen - The Most Talented Faroese Swimmer Ever

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya gera 2 ára stuðulssáttmála

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband hava longt stuðulssáttmálan sína millum. Hetta er eitt samstarv ið gongur langt aftur. Formaður í Svimjisamband Føroya sigur: “Ein øgiliga stórur partur av okkara elituarbeiðið fer fram uttan fyri Føroyar. Ikki minst í kappingarárinum, ið liggur fyri framman, har okkara besti svimjari Pál Joensen longu hevur klárað kravtíðina til Olympisku leikirnar í London í august 2012. At føroyska flogfelagið stuðlar svimjingini er av altstórum týdningi og uttan henda stuðul høvdu vit ikki kunnað bjóðað okkara elitusvimjarum tær uttanlanda avbjóðingar, ið vit gera.”

Atlantic undirskr

(Mynd: Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, svimjarin Pál Joensen og Jákup Sverri Kass,
sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.)
Continue reading Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya gera 2 ára stuðulssáttmála

Lív E. Eidesgaard skiftir til Suðuroyar Svimjifelag

Lív E. EidesgaardSvimjisambandið fekk her í vikuni fráboðan um, at Lív E. Eidesgaard skiftir felag frá Havnar Svimjifelag til Suðuroyar Svimjifelag, í øllum førum hetta til árslok. Lív er framhaldandi limur í Havnar Svimjifelag og býr og gongur framvegis í skúla í Havn, men fer fram til jóla at venja hjá Jón Bjarnasyni í Vági í vikuskiftunum. Mitt í viku venur hon framvegis í Havn, leisturin er gjørdur í samráð við venjarar og nevnd í báðum feløgum. Lív umboðar fyrstu ferð SuSvim á úttøkustevnuni til NJM/EM í Klaksvík hin 29. til 30. oktober 2011.

Her niðanfyri er innslag sum KVF gjørdi um Lív hin 12. september 2011.

Kenrick Monk fangaður í pínligari lygusøgu

Avstralski Kenrick Monk mátti í morgun viðganga yvirfyri løgreglu og avstralska almenninginum, at hann ikki varð bevíst niðurkoyrdur av onkrum ótangum í gjár, meðan hann koyrdi á súkklu til venjing, men í staðin var dottin av sínum skateboard. Okkurt vitni hevði fortalt løgregluni aðra søgu enn hana sum hann hevði meldað, sum so viðførdi at hann fyrst tosaði við foreldrini, og síðani við løgregluna. Monk var/er hildin at vera ein av hornasteinunum í 4×200 frí stafettini hjá Avstralia, men nú er spurningurin um hann verður ákærdur av løgregluni, og/ella skal fyri disciplinær-dómstólin hjá avstralska svimjisambandinum, samstundis sum hann verður grillaður av miðlunum og er úti úr svimjingini í einar 8 vikur vegna tvey brot á albogan, sum gera at hann ongantíð fer at kunna strekkja armin fult út aftur. Les 75 søgur ‘and counting’ á netinum.

Tað skulu ganga 12 ár millum hvønn føroying á OL ?

Áhugaverd sannlíkindi her á Answers.com:

There were approximately 10,500 athletes in Bejing and 302 gold medals were given out. With approximately 6.675 billion people in the world, the odds of being an olympic athlete are 636,000 to 1, but to win a gold is an astounding 22 million to 1.

Umroknað til føroysk viðurskifti merkir tað at tað eiga at ganga eini 12-13 ár millum hvønn føroyskan OL-luttakara, og eini 440-460 ár millum hvørt OL-gullmerki til okkum.

Haldi at vit skulu ansa væl eftir Páli, við hesum útlitum. Politikk, øvund og løgtingsval til viks – vit eiga ein heiðursmerkjakandidat, ‘so make it count’ !

30 lond fara at luttaka á World Cup í Stokkhólmi

Nú freistin er um at fara fyri tilmelding til World Cup stevnuni í Stokkhólmi, eru tað sambært www.simforbundet.se heili 30 lond ‘úr øllum heimspørtum’ sum hava boðað frá luttøku, íroknað vertstjóðina sjálva og okkara 5 úr Føroyum.

Afganistan, Algeriet, Australien, Brasilien, England, Estland, Finland, Färöarna, Förenade Arabermiraten, Grekland, Irland, Japan, Kanada, Kina, Norge, Nya Zealand, Polen, Portugal, Ryssland, Schweiz, Serbien, Singapore, Spanien, Sverige, Sydafrika, Sydkorea, Tyskland, Ungern, USA, Österrike

DSC01328

ÍSF spyr: “Hvat vilja flokkarnir við ítróttinum?”

Politisku flokkarnir hava í dag fingið áheitan frá ÍSF-húsinum um at greiða frá hvørjar hugsjónir teir hava í samband við ítrótt í Føroyum. Svarini kunnu síggjast á www.isf.fo so hvørt, sum tey koma inn. Viðurskifti sum ÍSF hevði kunnað hugsað sær at hoyrt meiningar um eru t.d.:

  • Yvirskipaði týdningurin av ítrótti fyri føroyska samfelagið og einstaka borgaran
  • Hvønn týdning hevur úrvalsítrótturin, og hvussu vilja tit stuðla honum?
  • Hvønn týdning hevur breiddarítróttur, og hvussu vilja tit stuðla honum?
  • Hvønn týdning hevur ítrótturin í umboðan og marknaðarføring av Føroyum úti í heimi, og hvussu vilja tit stuðla hesum virksemi?
  • Hvønn týdning hevur tað at vit skipa fyri altjóða ítróttartiltøkum í Føroyum?
  • Hvørji ítróttarverkløg vilja tit byggja?
  • Hvussu vilja tit lætta um fíggjarligu korini hjá sersambondunum og hjá einstøku feløgunum?

Les meira her á isf.fo.