Landsdystur ímóti Íslandi á triðja sinni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú leygarkvøldið 8. oktober verður landsdystur millum Føroyar og Ísland í svimjing, í svimjihøllini í Klaksvík frá klokkan 18:30 til 20:30. Hetta er triðja ár á rað at skipað verður fyri hesum landsdysti, aðru ferð í Føroyum, har vit vunnu í Tórshavn í 2009, og Ísland síðani í Reykjavík í 2010.

CIMG0904
Continue reading Landsdystur ímóti Íslandi á triðja sinni

CAS avvísir Olympiskt bann av dopingdømdum

Altjóða ítróttardómstólurin CAS hevur í dag kunngjørt at sonevnda ‘Osaka-reglan’ er ógildug og óbrúkilig, sum annars bannaði øllum teimum at luttaka á Olympisku leikum, sum síðani síðstu leikir hava fingið ein dopingdóm á 6 mánaðir ella meira. Hetta merkir millum annað at amerikanski bringusvimjarin Jessica Hardy nú hevur fullan rætt at luttaka, sum annars fekk ein dopingdóm eftir amerikansku úttøkustevnuni til Beijing í 2008, vegna evni sum hon sigur komu av dálkaðum kosttilskoti. Les t.d. SwimNews, Reuters og pressuskrivið frá CAS.

ES við forbjóða Danmark at loyva feløgum undan moms

ES-kommisiónin hevur stevnt danska statin, tí at tey ikki vilja góðtaka at alment gagnlig feløg í Danmark sleppa undan moms. Hetta tí at tey í ES halda tað kunna vera kappingaravlagandi. Um kommissiónin vinnur sakarmálið, so fara feløgini at fáa stórar fíggjarligar trupulleikar, og fleiri feløg meta enntá at tey tá mugu avtakast. Les t.d. dif.dk og svoem.dk.

SwimmingWorld áhugaði í landsdystinum millum Føroyar og Ísland

Ja, hetta vendir rætta veg – SwimmingWorld.TV ynskir at sleppa vísa landsdystin millum Føroyar og Ísland, og Kringvarp Føroya er sinnað at loyva tí. Talan verður ikki um beinleiðis sending, men um at vit koma at senda teimum riðlarnar ein-og-ein, so at fólk sjálvi kunnu velja hvørjar kappingar tey vilja síggja. Kringvarp Føroya fer væntandi at vísa stevnuna beinleiðis á síni heimasíðu, og hartil verður hon so at síggja í sjónvarpinum, nú leygarkvøldið.

FINA fer at senda beinleiðis á netinum frá øllum World Cup stevnum

Super, tað sær út til at FINA hevur tikið seg ordiliga saman í ár, til at skipa fyri ‘live stream’ frá øllum World Cup stevnum í oktober og november á éinari “FINA TV” síðu, byrjandi við stevnuni í Dubai nú í vikuskiftinum. Sí eisini fina.org.

fina-tv

DR Sporten við Páli til Stockholm og Vágs

Nú er tað so offisielt váttað, at DR Sporten fer at fylgja við Páli til World Cup í Stokkhólmi, og síðani ferðast við føroyska landsliðnum aftur til Føroyar. Í Føroyum fara tey so at fylgja honum nakrar dagar í venjing í Vági, til at síggja hvussu hesin heilt serstaki OL-kandidatur venur. Fyrr ella seinni verður tað so til eina vangamynds-sending um Pál, har tey partvís greiða frá hansara lívi og venjing heima í Vági, og partvís fylgja honum á World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Puha, man má nokk heldur til at finna sína fínu skjúrtu fram ! 🙂

Týskur methavari sera fegin um at svimja upp ímóti Páli

Hetta er heilt surrealistiskt, at síggja hvussu ein týsk svimjistjørna leggur mynd út av sær og Páli á Facebook, og reypar av at svimja upp ímóti føroyinginum. Yannick Lebherz eigur týska metið í 400 blandað, sum er 4:05.08 frá EM í Eindhoven í 2010. Nú um vikuskifti kappaðust hann og Pál á “Postdamer Kurzbahnmeisterschaften”, og lýsir hann har hæddarpunktið at vera tá ið hann í 400 frí svam líka skjótt sum Pál, 3:50.62. Pál var sum kunnugt mitt í harðari venjing, har ‘Hoffie’ hevði sett hann at svimja 100 + 200 + 400 + 1500 + 400 blandað, við venjing inn í millum, og har Pál vann alt uttan 200 frí.

“Das Highlight war mit Sicherheit der geteilte erste Platz mit Pal Joensen über 400m Freistil. Ein echt spannendes und amüsantes Rennen, das wir in 3:50,62 beendeten.”

Langhylurin í Bergen verður ‘óvurderiligur’ fyri norska svimjing

Hvørki forsetin í norska svimjisambandinum Per Rune Eknes ella landsliðsstjórin Petter Løvberg eru í iva, at langhylurin ‘Helleren’ í Bergen fer at hava ómetiliga týdning fyri økið har á vestlandinum, og fyri norska svimjing sum heild. Norðmenn eiga enn einki veruligt 50m svimjistadion, og komandi langhylurin er tí at samanbera við eitt fótbóltsstadion fyri ein fótbóltsspælara, kanska trupult hjá ‘vanligum’ fólki at skilja týdningin av, men ein risa munur í dagligdegnum hjá íðkaranum. Ein konkret ætlan er at fáa EM á stuttgeil til Bergens í desember 2013, um altso høllin verður klár tá. Les Brostein, via www.simma.nu/no

Startlistin til World Cup í Stockholm er klárur

Ja so er startlistin til World Cup í Stokkhólmi at finna her á www.simforbundet.se. Vit síggja millum annað at Pál fer at fáa skarpan gang frá sjálvum Paul Biedermann í 400 frí, og at hann (Pál 🙂 er styrkismettur sum nr 1 í 1500 frí. Okkara yngru svimjarar eru at finna niðarlagari á listunum, miðskeiðis og eitt sindur longur aftarlaga í sínum kappingargreinum, men tó ongantíð aftast.

DSC01395
Continue reading Startlistin til World Cup í Stockholm er klárur

Leadville, danski ‘loynidómurin’ í Colorado

Áhugaverd grein og videobrot her á 9news.com, um hvussu Paulus Wildeboer fyri triðju ferð hevur tikið danska landsliðið og onnur við sær til fyrrverandi silvurnámsbýin Leadville, 3000 metrar uppi í Colorado-fjøllunum, at venja í eyka høgari hædd. Tað er ein rættiliga avanserað hæddarvenjingarteknikkur sum hann hevur uppbygt, ið umfatar at fyrireika seg í iltteltum áðrenn, fara upp í hasa heilt høgu hæddina, og síðani niður aftur í meira vanligar 2000 metrar, og síðani aftur at sova í iltteltum, til at fáa so góða effekt sum gjørligt.


Continue reading Leadville, danski ‘loynidómurin’ í Colorado