Stórur hópur til Íslands at venja og luttaka á RIG 2014

Sum tit kunnu lesa her á Facebook-síðuni hjá Svimjisambandi Føroya, so fer eitt stórt ferðalið av føroyskum svimjarum, venjarum og leiðarum til Íslands nú fríggjamorgunin 10. januar, at venja á langgeil, og flestu av teimum eisini luttaka á Reykjavík International Games 2014 hin 17. til 19. januar 2014.


Continue reading Stórur hópur til Íslands at venja og luttaka á RIG 2014

ÍSF avnoktar lut í “Ársins føroyska ítróttarnavn 2013”

Ja, tit kenna væl øll rokið, nú ítróttaráhugað um alt landið hava kjakast hesar seinastu sjey dagarnar, um hví Livar Nysted og Rebekka Dahl ikki vórðu tilnevnd til “Ársins føroyska ítróttarnavn 2013”, og um nú havrógving og/ella talv er ítróttur.

Forseti ÍSF avnoktaði so fyrrakvøldið her á isf.fo, at ÍSF átti nakran lut í tilnevningini. “Dómsnevndin, sum útnevndi tey fimm ítróttafólkini, varð ikki sett av ÍSF, men av teimum, ið fyriskipaðu nýggjarssendingini. Fyriskipararnir løgdu eisini upp til, hvussu mannagongdin skuldi vera. Tí hevur útnevningin av teimum fimm als einki við Ítróttasamband Føroya at gera.”

Eftir drúgva umhugsan vil eg tí her vegna svimjing.com biðja um treytaleysa umbering, fyri at eg stuðlaði upp undir hasum tiltakinum, við grein her á heimasíðuni og áminning á Facebook.

Tað vardi meg ikki, at dómsnevndin ikki virkaði vegna ÍSF, tá ið trý av teimum fýra í reklamuni fyri tiltakinum vórðu presenterað sum “ÍSF forseti”, “føroyskt umboð í oyggjaleikanevndini” og “umboð fyri ítróttarfólkini”. Hóast eg haldi meg hava fylgt rættiliga væl við tiltakinum, so sá eg onga rættleiðing fyrr enn nú fyrrakvøldið, og eg haldi meg ána at eisini partar av ÍSF sóu tað ørvísi, tá ið tað varð lýst við tiltakinum á Facebook-síðuni hjá ÍSF.

Meira grunnleggjandi, so er tað snøgt sagt ørkymlandi, at fyrrverandi og núverandi ÍSF forsetar valdu at taka ÍSF burtur úr tiltakinum, og avgreiða tað sum privatpersónar, tá ið tað burdi verið líkatil hjá teimum at umboða felagsskapin í kraft av sínum titlum, ella við eini handavending at fáa uppbakning til at virka vegna okkum øll. Tí tað er væl ikki bara eg sum havi saknað eitt sovorðið tiltak, til at heiðra okkara bestu ítróttarfólkum.

Um eg hevði vitað av at ÍSF ikki vildi vera partur av tiltakinum, ella at teir báðir nú- og fyrrverandi forsetar av sínum eintingum hildu ÍSF uttanfyri, ella hvussu hatta nú hongur saman, so hevði eg nokk enn (vegna svimjing.com) lýst við tiltakinum, við onkrum teksti um hvussu ÍSF ikki var offisiellur partur av tiltakinum.

Eg vil her at enda heita á Ítróttasamband Føroya, at umhugsa at bakka upp um eitt sovorðið tiltak, um nakar fæst at skipa fyri tí eina aðru ferð.

Vegna svimjing.com

Rókur í Jákupsstovu

Innbjóðing til FLOT stevnu á Toftum hin 1. februar 2014

Viðfest er innbjóðing til FLOT-stevnu hin 1. februar 2014, í svimjihylinum á Tofta skúla. Kappingin er fyri bólk 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir, har bólkur 3 gentur og 4 dreingir nú aftaná nýggjár eru árgangir 2004 og yngri, og bólkur 2 gentur og 3 dreingir nú árgangir 2002 og 2003. Tey yngru byrja við upphiting kl 12 og kapping kl 13, og tey eldru við upphiting kl 14:45 og kapping kl 15:15. Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 29. januar, sí annars viðfestu innbjóðing.

FINA World Cup 2014 kalendarin klárur

FinaAltjóða svimjisambandið FINA hevur nú her á fina.org kunngjørt kalendaran fyri World Cup kappingarnar í heyst, har tiltøkini í Evropa tíbetur liggja rímiliga væl fyri umleið um heystferiutíð, men har ið vit tíverri sakna Stockholm aftur í ár, og har ið nú Berlin eisini er burtur. Fjareystur eigur stóra hálið, við kappingum í Hong Kong, Beijing, Tokyo og Singapore.

Kalendarin sambært FINA

  • August 27-28 Doha (QAT)
  • August 31 – September 1* Dubai (UAE)
  • September 29-30 Hong Kong (HKG)
  • October 4-5* Eindhoven (NED)
  • October 8-9 Moscow (RUS)
  • October 24-25* Beijing (CHN)**
  • October 28-29 Tokyo (JPN)
  • November 1-2 Singapore (SIN)

* dato ikki fastløgd enn
** staðið ikki fastlagt enn

Pál Joensen ársins ítróttarnavn 2013

Fyriskipararnir av Nýggjárssendingini 2013 avdúkaðu fyri løtu síðani, at Pál Joensen er ársins føroyska ítróttarnavn 2013. Ein nokk ikki heilt óvæntaður heiður, eftir at hann vann silvur í 1500 metra frísvimjing á EM í Herning, og silvur í 800 metra frísvimjing sum partur av evropeiska úrvalsliðnum á ‘Duel in the Pool’ stevnuni ímóti USA.

Pál í uppskoti til ársins føroyska ítróttarnavn 2013

Hygga síggj, fyriskipararnir aftanfyri nýggjársendingina 2013 kunngera nú á Facebook, at tey ætla at kjósa “Ársins føroyska ítróttarnavn 2013”. Ein dómsnevnd hevur tilnevnt fimm føroysk ítróttarfólk, sum hava útmerkað seg í 2013, og Pál Joensen er sjálvsagt eitt av teimum.

 
Tátturin at kjósa ársins ítróttarfólk varð annars niðurlagdur í 2010 ella har á leið, aftaná at fyrst Elspa Mørkøre hevði vunnið í tvey ár og Pál síðani í trý. Men gott at síggja at hann nú verður uppafturtikin.

(Image courtesy of svoem.dk, CC BY 2.0)

Tað er væl lítil ivi um hvør ið eg haldi eigur at fáa æruna. Silvur í harðastu kapping á EM, og silvur í dysti ímóti USA eisini. Tit kunnu atkvøða fyri Páli við at senda “itr 3” sum SMS til 224000.

Móttøka fyri Páli Joensen í VB-húsinum 23. desember kl 16

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu, 22. desember 2013

Mánadagin 23. desember kl. 16:00 skipar Vágs kommuna fyri móttøku av Páli Joensen, sum vann silvur við EM á 1.500 m. frí í Herning og silvur á 800 m. frí á Duel in the Pool stevnuni í Glasgow.

Móttøkan verður í VB-húsinum kl. 16.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vágs kommuna