Líggjas gull og Isak bronsu í 400 frí á Oyggjaleikum 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:52.44. Isak Brisenfeldt (2006, HS) vann bronsu við tíðini 3:55.50. Sí úrslitalistan her

Ruðuleiki á HM í Open Water – 25 av 150 máttu gevast á 10 km

Tey hava havt stórar avbjóðingar við at fáa avgreitt fyrstu kappingar á HM í Open Water 2025, sum eru í Singapore í hesum døgum. Fyrst máttu kappingarnar á 10 km útsetast vegna dálkað vatn – og nú tær endaðu við at vera seinnapart, so var so heitt at nógv máttu gevast. Kappast verður víðari í øðrum greinum, hesar næstu dagarnar.





Ein hóast alt góður dagur á Oyggjaleikum 2025

Hóast alt ikki gekk akkurát so sum vit ynsktu okkum í dag, so góvu okkara yvirhøvur ein góðan dyst, og vunnu 2 gull, 3 silvur og 3 bronsur, umframt at seta 1 føroyskt met, 2 landsliðsmet og 1 oyggjaleikamet

  • 100 blandað menn – eingin føroysk luttøka
  • 400 frí kvinnur – eingin føroysk luttøka
  • 200 rygg menn – eingin føroysk luttøka
  • 100 bringa kvinnur – Lea nr 4 við 1:10.18
  • 100 frí menn – Bartal bronsu við stórum føroyskum meti 49.27
    – Bartal átti sjálvur metið á 49.95 frá NM á stuttgeil í 2024
  • 50 frí kvinnur – Alisa bronsu við 26.63
  • 50 firvald menn – Isak nr 5 við 25.16
  • 200 rygg kvinnur – Elisabeth gull við 2:14.97
  • 800 frí menn – Líggjas gull og oyggjaleikamet við 7:59.67 og Silas bronsu við 8:21.80
  • 4×100 frí kvinnur – Føroyar silvur við 3:55.91
  • 4×100 blandað menn – Føroyar silvur við flottum landsliðsmeti 3:44.77
    – metið var 3:49.22 frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019
  • 4×50 blandað mix – Føroyar silvur við flottum landsliðsmeti 1:47.02
    – metið var 1:52.53 frá HM á stuttgeil í 2021
Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)

Líggjas 7:59.67 og gull og Oyggjaleikamet í 800 frí, Silas bronsu við 8:21.80

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna gull í 800 frí á Oyggjaleikum 2025, við nýggjum oyggjaleikameti. Hann átti faktiskt sjálvur nú farna metið, sum var splitt-tíð frá 1500 mánakvøldið. Silas Dam Lindberg (2008, HS) vann bronsu við 8:21.80. Sí úrslitalistan her

Bartal 49.27 og bronsu og stórt føroyskt met í 100 frí á Oyggjaleikum 2025

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta stórt føroyskt met í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til bronsuheiðursmerki við úrslitinum 49.27. Hann átti sjálvur føroyska metið á 49.95, frá NM á stuttgeil í 2024. Sí úrslitalistan her

Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina