SSF úttøka til EM í Open Water 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til EM í Open Water 2025, sum verður í Stari Grad í Kroatia hin 28. til 31. mai 2025:

  • Jonna Joensen (2005, Ægir)
  • Sissal R. Ellendersen (2010, SuSvim)
  • Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Silas Dam Lindberg (2008, HS)
  • Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
an aerial view of a city with a harbor and mountains
Photo by Julien Goettelmann on Pexels.com
Continue reading SSF úttøka til EM í Open Water 2025

Líggjas og Jonna heiðursmerki á AS Klubmesterskab 2025

Rætting: Stevnan var á stuttgeil, tí ikki bestu tíðir hjá Líggjasi

Tey bæði Líggjas og Jonna Joensen luttøku fríggjadagin og í gjár á AS Klubmesterskab hjá Aalborg Svømmeklub, og megnaðu har at vinna heiðursmerki. Sí úrslitalistarnar her á Swimify

Continue reading Líggjas og Jonna heiðursmerki á AS Klubmesterskab 2025

Úrslit frá Swim Open Tórshavn 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Swim Open Tórshavn 2025 sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú hin 24. til 26. apríl 2025. Hetta var stevna síðst í kravtíðarskeiðnum til SMÍ, NMU, EJM, EM U23 og HM 2025. Sí eisini Swimify og SwimRankings

Continue reading Úrslit frá Swim Open Tórshavn 2025

HS menn 4:01.88 og stórt føroyskt met í 4×100 blandað

Eitt harralið hjá Havnar Svimjifelag megnaði í dag at betra um føroyska metið í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svumu seg til úrslitið 4:01.88, har metið hjá HS frá 2018 var 4:11.85. Ein betring á 9,97 sekund, sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading HS menn 4:01.88 og stórt føroyskt met í 4×100 blandað

Lea 1:12.20 og nýtt føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti í kvøld stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svam seg til úrslitið 1:12.20. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:12.48, frá Danish Open fyrr í apríl. Sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading Lea 1:12.20 og nýtt føroyskt met í 100 bringu

Lea 33.11 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svam seg til úrslitið 33.11 sekund. Hon átti sjálv føroyska metið á 33.29, frá Danish Open fyrr í apríl. Sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading Lea 33.11 og nýtt føroyskt met í 50 bringu