Vár og Marius liðug á Amsterdam Swim Meet 2016

Tey bæði Vár Eidesgaard og Marius Gardshodn royndu seg sum kunnugt á Amsterdam Swim Meet 2016, nú í vikuskiftinum, og benda tíðirnar á at hetta vikuskiftið kanska var í so tungt, omaná góðu úrslitini hjá teimum á NM/NJM 2016 í Kolding. Tey svumu í øllum førum konsekvent nakað frá sínum bestu tíðum, har Vár kom nærmast við 4:30.20 í 400 frí, og 9:13.95 í 800 frí.

Continue reading Vár og Marius liðug á Amsterdam Swim Meet 2016

Óli 2:02.17 og føroyskt met í 200 firvald

Óli Mortensen setti í dag nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í bestu deild á DM fyri lið 2016 svam teinin uppá 2:02.17. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:02.61, frá FM á stuttgeil í mai mánaða. Óli Mortensen er úr Havnar Svimjifelag, men venur og kappast nú við Hovedstadens Svømmeklub í Keypmannahavn, vegna víðari lesnað. Sí úrslitalistan her.

oli-mortensen

Eysturskúlin fyrsti skúli har allir svimjilærarar hava lívbjargingarprógv

Hesa vikuna hava svimjilærarar hjá Eysturskúlanum verið á lívbjargingarskeiði, sum royndartiltak hjá Eysturskúlanum, Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya, at tryggja at allir svimjilærarar á skúlanum hava góðkent lívbjargingarprógv. Onkrum einstøkum barst frá vegna sjúku og øðrum, men eru tey nú 15 har á skúlanum, sum kunnu vísa á galdandi lívbjargingarprógv.

Continue reading Eysturskúlin fyrsti skúli har allir svimjilærarar hava lívbjargingarprógv

Vár og Marius til Amsterdam Swim Meet 2016

Tey bæði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag eru í hesum døgum í Niðurlondum, har tey nú frá í morgin fríggjadag til sunnudagin skulu luttaka á Amsterdam Swim Meet 2016.

  

Startlistin er her, har vit síggja at Vár er styrkismett sum nr 6 í 1500 frí, nr 15 í 800 frí og nr 24 í 400 frí, meðan Marius er styrkismettur sum nr 6 í 800 frí, nr 10 í 1500 frí og nr 31 í 400 frí.

Stevnan er á langgeil, í Sloterparkbad í Amsterdam. Úrslitini fara at kunna síggjast her, har tey svimja 1500 frí í morgin, 400 frí leygardagin og 800 frí sunnudagin. Innleiðandi byrjar kl 9, niðurlendska tíð, og finalur kl 16.

Image courtesy of Edoderoo / Wikimedia Commons, CC BY-SA 3.0

Pools for All eru 5 góð boð frá FINA uppá brúkiligar svimjihallir

FINA Pools for All er ein nýggj og sera áhugaverd verkætlan hjá FINA, at vísa 5 boð uppá burðardyggar svimjihallir sum á hvørjum sínum stigi kunnu hýsa FINA góðkendum stevnum, samstundis sum tær eru gjøgnumhugsaðar til eisini dagliga nýtslu. Fimta stigið er svimjihallir sum eru klárar til at hýsa HM og líknandi, meðan lægri stig eru fyrireikað til við fyribils útbygging at kunna víðkast til hetta.

Verkætlanin er so mikið nýggj, at vit kundu ikki fáa ella keypa tað annars sera áhugaverdu og rúgvismiklu bók, sum FINA hevði fingið framleitt til framvísing á World Aquatic Convention 2016. Men tað sá sera gott út, har tey fimm uppskotini til svimjihallir vóru nágreinaðar út í æsir, við støði í hvussu nógvar brúkarar sum høllin skuldi røkja. Minsta høllin minnti nakað um tær sum vit í dag hava í Havn og Klaksvík, meðan Vágshøll var umleið á triðja stigi … klár til at hýsa FINA góðkendum stevnum á langgeil, um enn ikki EM og HM.


Sí http://fina-poolsforall.com/ og poolsforall_brochure.pdf

Vár 4:17.87 og føroyskt met í 400 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon í NJM-finaluni á NM/NJM 2016 í Kolding svam teinin uppá 4:17.87. Sára Ryggshamar Nysted átti føroyska metið og juniormetið á 4:18.31, frá NM/NJM í fjør. Tíðin hjá Vár rakk til eitt 4. pláss í finaluni nú á NJM, 16 hundraðpartar aftanfyri bronsuplássið.