Magnus Jákupsson setti nú um vikuskiftið tvey donsk met saman við liðsvimjingini ‘Farum Guns’ hjá Farum Svømmeklub, tá ið stevnan fyri bestu lið á DM fyri lið 2016 varð avgreitt í Bellahøj í Keypmannahavn.
Fyrst settu teir í gjár stórt danskt met í 4×100 blandað, tá ið Magnus Jákupsson (53.30 í 100 rygg), Niklas Hedegaard (59.15 í 100 bringu), Anders Lie Nielsen (52.46 í 100 firvald) og Frederik Siem Pedersen (47.09 í 100 frí) svumu teinin uppá tilsamans 3:32.00, ið var 1.67 sekund skjótari enn gamla metið hjá Elite Svøm Esbjerg frá 2009.
Síðani settu teir í dag stórt danskt met í 4×100 frí, tá ið Kevin Witt Christensen (49.56), Magnus Jákupsson (48.92), Frederik Siem Pedersen (47.29) og Anders Lie (46.87) svumu teinin uppá tilsamans 3:12.64. Farum átti eisini gamla metið, og setti uttan Magnus eisini met í 4×200 frí, so at Farum nú eigur øll donsk met á harrasíðuni.