Vár Erlingsdóttir Eidesgaard tangeraði í dag føroyska juniormetið í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 29.23 sekund. Tær eru tí tvær sum nú verða uppskrivaðar til at eiga juniormetið í 50 firvald: Vár úr Havnar Svimjifelag nú á stevnu í Vági, og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag fyri at hava svomið eisini 29.23 á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012.
Sára 2:29.98 og føroyskt met í 200 firvald
Sára Ryggshamar Nysted setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:29.98. Sára átti sjálv nú farna føroyska føroyskt metið og juniormetið á 2:32.04, frá fyrstu føroysku meistarastevnu á langgeil í 2016. Sára er fødd í 2001, og svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.
Innbjóðing til FLOT-stevnu 28. januar 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Tofta skúla, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1, 2 og 3.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 14. og 15. januar 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 14. og 15. januar 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, fyri allar aldursbólkar, tó við avmarking av tali á luttakarum á longstu teinunum.
Gott Nýggjár
Svimjiárið 2017 burdi verði spennandi, har altjóða stevnurnar verða millum annað Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung í Vági, Oyggjaleikir á Gotlandi, Heimsmeistarastevna í Budapest og Evropameistarastevna í Keypmannahavn. Her heima eru ætlanirnar eisini nógvandi og spennandi, og her er tí í ikki stórt at gera, enn at raka jørðina við renniferð.
Mest lisnu søgur á DR vóru um svimjing og Trump
Lesið her á dr.dk
Trump tabte. Ikke til Hillary Clinton – men til to danske svømmepiger. I hvert fald når det gælder hitlisten over de mest læste artikler på dr.dk i 2016.
På toppen af Top-20 listen ligger nemlig to sportshistorier: En svømmer, der vandt guld og en skuffet svømmer, der kom sidst. Først derefter kommer årets internationale nyhed fra valgmorgenen, hvor Donald Trump vandt det amerikanske præsidentvalg.
Live-artiklen, der dækkede udviklingen på den dramatiske valgmorgen, kommer ind på tredjepladsen – men altså efter svømmepigerne.
– Det er helt exceptionelt. Det siger bare noget om, hvor stort et sportsår 2016 var, siger medieforsker Tina Skov Gretlund fra DR Medieforskning.
Russarar viðganga nú skipaða doping
Hetta veit The New York Times at siga, aftaná at hava tosað við russisk embætisfólk. Russarar avvísa ikki longur at har var skipað doping upp undir til dømis vetrar-OL í Sochi, men verja tó enn ovastu leiðsluna, við at siga at talan var ikki stats-stuðlaðari doping.
Gleðilig Jól
ÍSF søkir eftir aðalskrivara
Sí isf.fo/starv
Pál og Aalborg bronsu á DM fyri lið 2016
Danir avgreiddu sítt DM fyri lið, nú í vikuskiftinum, har í øllum førum fimm føroyingar luttóku í bestu deildini. Tað gjørdist ein sera spennandi kapping, har gullið varð avgjørt við bara éinum stigi, so at Sigma Swim 1 vann gull við 53133 stigum í mun til Kvik Kastrup við 53132 stigum. Pál Joensen vann bronsu við Aalborg Svømmeklub, meðan Óli Mortensen og Alvi Hjelm vórðu nr 5 við Hovedstadens Svømmeklub, og Magnus Jákupsson og Farum vórðu nr 9 og aftast og ryktu niður.