Pál og Aalborg bronsu á DM fyri lið 2016

Danir avgreiddu sítt DM fyri lið, nú í vikuskiftinum, har í øllum førum fimm føroyingar luttóku í bestu deildini. Tað gjørdist ein sera spennandi kapping, har gullið varð avgjørt við bara éinum stigi, so at Sigma Swim 1 vann gull við 53133 stigum í mun til Kvik Kastrup við 53132 stigum. Pál Joensen vann bronsu við Aalborg Svømmeklub, meðan Óli Mortensen og Alvi Hjelm vórðu nr 5 við Hovedstadens Svømmeklub, og Magnus Jákupsson og Farum vórðu nr 9 og aftast og ryktu niður.

Hetta er stevna sum vit tíverri ikki hava í Føroyum, har besta samanbering við tað sum vit kenna, eru landsdystirnir við Ísland á sinni. Hvørt felag kann luttaka við tveimum svimjarum í hvørjari kapping, við eyka avmarking at hvør svimjari einans kann svimja so-og-so ofta tilsamans, og so verða FINA stigini tald saman. Tað lið sum fær flest FINA stig, hevur vunnið. Stevnan kann vera eitt sindur trupult at fylgja við í, um ikki stigini verða tald saman so hvørt. Men liðandin er altíð óførur, har svimjarar til tíðir mugu svimja greinar sum ikki eru teirra bestu, tí at tað loysir seg fyri liðið í FINA stigum.

Pál Joensen (Aalborg Svømmeklub)

  • 3:51.60 og nr 6 av 18 í 400 frí (769 FINA stig)
  • 15:15.15 og nr 2 av 17 í 1500 frí (795 FINA stig)

Óli Mortensen (Hovedstadens Svømmeklub)

  • 3:50.15 og nr 2 av 18 í 400 frí (784 FINA stig)
  • 15:20.33 og nr 3 av 17 í 1500 frí (782 FINA stig)
  • 56.17 og nr 13 av 18 í 100 firvald (641 FINA stig)
  • 2:02.17 og nr 9 av 18 í 200 firvald (701 FINA stig)
  • 7:22.71 og nr 5 av 9 í 4×200 frí (788 FINA stig)
  • 3:51.70 og nr 7 av 9 í 4×100 blandað (635 FINA stig)

Alvi Hjelm (Hovedstadens Svømmeklub)

  • 1:05.20 og nr 15 av 18 í 100 bringu (620 FINA stig)
  • 2:18.08 og nr 9 av 18 í 200 bringu (664 FINA stig)
  • 2:03.84 og nr 9 av 18 í 200 blandað (693 FINA stig)
  • 4:21.57 og nr 5 av 18 í 400 blandað (729 FINA stig)
  • 7:22.71 og nr 5 av 9 í 4×200 frí (788 FINA stig)
  • 3:51.70 og nr 7 av 9 í 4×100 blandað (635 FINA stig)

Markus Joensen (Lyngby Svømmeklub)

  • 26.66 og nr 10 av 18 í 50 rygg (578 FINA stig)
  • 25.13 og nr 10 av 18 í 50 firvald (652 FINA stig)

Magnus Jákupsson (Farum Svømmeklub)

  • 22.44 og nr 2 av 18 í 50 frí (735 FINA stig)
  • 24.67 og nr 2 av 18 í 50 rygg (730 FINA stig)
  • 3:12.64 og nr 1 av 9 í 4×100 frí (861 FINA stig)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.