Tvey fjórðapláss til Óla og Alva í Malmö

Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm megnaðu í dag at svimja seg til hvør sítt fjórðapláss, tá ið teir kappaðust fyri Hovedstadens Svømmeklub á stevnuni Grand Prix 2017 í Malmö. Báðir høvdu kvalifiserað seg í morgun til at vera millum teir 8 skjótastu í viðkomandi finalum í kvøld, og svam Alvi so 4:40.43 í 400 blandað, og Óli 3:59.38 í 400 frí.

  

Nógv føroysk heiðursmerki eitt hektiskt kvøld í Reykjavík

Føroyingarnir megnaðu aftur í kvøld at vinna sær heiðursmerkir, tá ið fyrsta veruliga finaluumfar fyri opna bólkin varð avgreitt nú á Reykjavík International 2017. Ásbjørg Hjelm úr Ægir vann silvur í 50 bringu, Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í 200 blandað, Signhild Joensen úr Ægir bronsu við nýggjum føroyskum meti og juniormeti í 100 rygg, Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag gull í 100 bringu, Sára R. Nysted silvur í 200 bringu og Ásbjørg Hjelm bronsu, og Jana B. Thomsen úr Ægir bronsu í 100 firvald.

 

Róland gull í 100 bringu. Jón Bjarnason eigur myndina
 
Hartil vann Magnus Jákupsson sum svimur fyri Farum og Danmark gull í 50 rygg og silvur í 50 firvald.

Sum skilst so var finaluumfarið rættiliga hektiskt, við framflyting av starttíðspunktinum og avgreiðsla av eini rættiliga drúgvari skrá uppá bara 50 minuttir. Og tíðirnar hjá svimjarunum blivu tí eisini hareftir, so hvørt sum frá leið, hjá teimum sum svumu fleiri kappingar.

Signhild 1:04.25 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í finaluni í 100 metra ryggsvimjing á Reykjavík International Games 2017 svam teinin uppá 1:04.25. Hetta rakk samstundis til eitt bronsuheiðursmerki, aftanfyri bara OL-luttakararnar Mie Ø. Nielsen úr Danmark á 1:01.65 og Eygló Ósk Gustafsdóttir úr Íslandi á 1:02.27. Signhild átti sjálv metini á 1:04.54, frá Danish Open í apríl í fjør.

  

Heiðursmerkir í Reykjavík aftur í morgun

Aftur i morgun hava føroyskir svimjarar gjørt um seg á Reykjavík International 2017. Alisa Vestergaard úr Suðuroyar svimjifelag vann gull í 100 rygg og 200 frí, meðan Rebekka Trygvadóttir úr Ægir vann gull í 200 bringu, og Petra A. Nielsen bronsu. Rebekka vann eftir øllum at døma eisini silvur í 200 firvald, og bronsu í 200 frí.

Rebekka, Alisa og Petra við heiðursmerkjum á RIG 2017. Jón Bjarnason eigur myndina

Føroysk heiðursmerki á Reykjavík International 2017

So er fyrsti stevnupartur avgreiddur á Reykjavík International 2017, og hava føroyskir svimjarar longu vunnið nógv heiðursmerki. 

Alisa og Sára á RIG 2017. Jón Bjarnason eigur myndina

Í 50 rygg vann Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag gull í yngra bólkinum við 34.12.

Í 50 bringu vann Rebekka Trygvadóttir úr Ægir gull í yngra bólkinum við 36.58, og Petra A. Nielsen úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við 38.41.

Í 400 blandað vann Rebekka Trygvadóttir úr Ægir gull í yngra bólkinum við 5:37.96, og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull í eldra bólkinum við 4:59.90.

Í 50 frí Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag gull í yngra bólkinum við 28.88.

Í 800 frí vann Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í yngra bólkinum við 9:42.24, og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull í eldra bólkinum við 9:18.19.

Reykjavík International er langgeilastevna, tvs í 50 metra longum svimjihyli.

Øll úrslit frá RIG 2017 verða løgd út her á SwimRankings

Føroyskir svimjarar í eyst og vest

Hetta vikuskiftið hendir snøgt sagt alt møguligt, tá ið tað kemur til føroyska svimjing.

Éitt er at SSF eftir røttum skuldi hava skipað fyri norðurlendskum fundi í Havn í dag, sum tíverri vegna veður endaði við at vera í Keypmannahavn.

Men, í Íslandi er árliga Reykjavík International, hagar einir 21 føroyskir svimjarar úr SuSvim og Ægir eru farnir at kappast, umframt Magnus Jákupsson fyri Farum.

Í Malmö í Svøríki er Grand Prix 2017, har Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara at luttaka fyri Hovedstadens Svømmeklub.

Og samstundis er árliga FLOT-stevnan á Toftum, har okkara yngstu skulu royna seg.

Sunnudagin er so aftur norðurlendskur fundur, hesuferð sambært ætlan í Keypmannahavn.

Vit royna at fylgja við sum frægast … Og hesuferð er svimjing.com mestsum av tilvild tilstaðar í Malmö! 🙂

Live Timing ísv Grand Prix 2017 í Malmø finst her

Startlistar o.a. ísv Reykjavík International 2017 finnast her