Her eru tey 11 sum kláraðu kravtíðirnar til Oyggjaleikir í Gotlandi 2017, sambært ásettu treytum í kravtíðarskipanini. Raðfylgjan er tilvildarlig.

Continue reading Hetta er Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017
Her eru tey 11 sum kláraðu kravtíðirnar til Oyggjaleikir í Gotlandi 2017, sambært ásettu treytum í kravtíðarskipanini. Raðfylgjan er tilvildarlig.
Continue reading Hetta er Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017
Her er ein listi yvir tey met sum vórðu sett á Føroyameistarastevnuni á stuttgeil 2017. Tilsamans 4 føroysk met og 5 føroysk juniormet, í mun til 3 føroysk met og 3 føroysk juniormet í fjør.
Her er startlistin til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali nú komandi vikuskifti. Ein stevna sum út yvir at vera FM, eisini er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir í Gotlandi í summar.
Svimjisamband Føroya skipar nú í annaðkvøld hin 20. mars fyri dómaraskeiði frá kl 19 til 21 í ÍSF-húsinum, við yvirdómarar Dan Hjelm og Rúna Gaardbo sum undirvísarar. Hetta í sambandi við FM á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali komandi vikuskifti hin 24. til 26. mars 2017.
Evropeiska svimjisambandið LEN hevur júst kunngjørt, at EM á stuttgeil 2019 verður í Glasgow í Skotlandi. Hetta aftaná fund hjá LEN í Gøteborg í Svøríki, har tey eisini fastløgdu komandi meistarastevnur í vatnpolo og open water svimjing.
Sviar skipa hin 8. til 11. apríl 2017 fyri Swim Open Stockholm, sum er teirra stóra satsing at fáa svimjistevnu á altjóða støði til Svøríkis og Norðurlond. Og tað sær út til at rigga væl, nú longu næsta árið sum stevnan er, tí stjørnurnar flokkast um stevnuna. Úr Føroyum hava serliga Óli Mortensen og Vár Eidesgaard møguleika at gera vart við seg, um enn tað verður sera trupult at vinna heiðursmerki.
ÍSB skipar í dag fyri Skemman Open, sum er FM í svimjing hjá ÍSB. Stevnan er í Svimjihøllini í Gundadali í dag, mikudagin 15. mars frá kl 17. Sí isb.fo
Her er innbjóðing til svimjistevnu fyri Masters hin 1. apríl 2017, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali. Sum nakað nýtt verður skipað fyri kapping fyri ‘pre-masters’ eisini, sum eru svimjarar frá 18 til 24 ár, tað vil siga undir veruligan masters-aldur.
Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2017, sum verður í Bellahøj Svømmestadion frá 1. til 5. apríl. Og har eru sum vant útlit til heiðursmerki eisini til føroyingar.
Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017