Í dag er altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagur, í ár við slagorðunum “United We Turn the Tide“. Her er stutt video hjá WHO í sambandi við dagin.
Úrslit frá EJM 2026
Føroysku úrslitini á EJM 2026 síggjast nú her á SwimRankings, umframt øll úrslitini her á SwimRankings og her á EuropeanAquatics.com. Frægasta úrslit var tá ið Líggjas rakk hálvfinalu við 1:50.53 í 200 frí. Persónlig met vóru Silas 1:57.03 í 200 frí, og Lea 59.48 í 100 frí.

Isak tvær ferðir føroyskt met í 100 frí
Isak Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í gjár tvær ferðir at seta føroyskt met í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann fyrst í innleiðandi riðlunum svam seg til úrslitið 51.41 sekund, og síðani í B-finaluni til úrslitið 50.87 sekund. Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) átti føroyska metið á 51.50 sekund, frá Swim Open Tórshavn í vár.

Isak 2:02.28 og føroyskt met og gull á DM á langgeil 2026
Isak Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á donsku meistarastevnuni vann gull við tíðini 2:02.28. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:03.85, frá Danish Open í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

Triði dagur á EJM 2026
Í dag var Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) eftir øllum at døma einasti føroyski svimjari sum royndi seg á EJM 2026, og var tað til 2:41.30 og 37. pláss av 39. luttakandi í 200 metra bringusvimjing. Hon eigur føroyska metið á 3:36.32, frá Danish Open í fjør. Sí úrslitalistan her á europeanaquatics.org

Annar dagur á EJM 2026
Í dag gekk upp og niður hjá okkara svimjarum á EJM 2026. Silas og Lea svumu niður ímóti sínum bestu tíðum í ávikavíst 200 blandað og 50 frí, men Líggjas var langt frá sínari bestu tíð í 1500 frí. Sí úrslitalistarnar her á europeanaquatics.org

Líggjas 1:54.18 og nr 16 í hálvfinaluni í 200 frí á EJM 2026
Líggjas Joensen (2008, Ægir) royndi seg í gjárkvøldið í hálvfinaluni í 200 metra frísvimjing á EJM 2026, og svam seg tá til úrslitið 1:54.18, í mun til innleiðandi tíðina á 1:50.53. Sí úrslitini her á europeanaquatics.org

Isak til DM á langgeil 2026
Danska svimjisambandið skipar nú í vikuni fyri árligu donsku meistarastevnuni á langgeil, í Herning frá hósdegi 9. til sunnudag 12. juli 2026. Úr Føroyum luttekur í øllum førum Isak Brisenfeldt (2006, HS), sum á stevnuni umboðar Aalborg Svømmeklub. Luttøkan hjá Isaki sæst her á Swimify

Góður fyrsti morgun á EJM 2026
Okkara svimjarar hava nú allir roynt seg á EJM 2026, og gekk tað heilt væl. Líggjas svam seg víðari til hálvfinalu í 200 frí, Silas setti persónligt met í somu kapping, og øll trý hava svomið upp ímóti sínum bestu tíðum.

Líggjas 1:50.53 og víðari til hálvfinalu í 200 frí á EJM 2026
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg víðari til hálvfinalu í 200 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2026, tá ið hann í innleiðandi riðlunum svam seg til úrslitið 1:50.53. Sí úrslitalistan her á European Aquatics

