Her er offisielli úrslitalistin frá FM á stuttgeil 2017, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú um vikuskiftið, 3. til 5. november 2017. Hartil yvirlit yvir heiðursmerki og met.
So er tað FM á stuttgeil 2017
Svimjihøllin í Gundadali verður nú um vikuskiftið karmur um árligu FøroyaMeistarastevnuna á stuttgeil, sum samstundis er avgerandi fyri úttøku til NM/NJM og EM á stuttgeil í desember. Kringvarpið sjónvarpar allar tríggjar finalupartar, frá kl 17:00 til 19:00, fríggjadag 3. til sunnudag 5. november 2017.
Ægir-gentur 4:25.53 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað
Eitt met manglaði at verða noterað frá Ægir-stevnuni hin 21. og 22. oktober 2017, og var tað tá ið tær fýra Signhild Joensen, Rebekka Trygvadóttir, Jana B. Thomsen og Barbara Debes úr Ægir svumu seg til nýtt føroyskt juniormet við tilsamans 4:25.53 í 4×100 blandað. Continue reading Ægir-gentur 4:25.53 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað
Úrslit frá Reysta-stevnuni 28. oktober 2017
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Reysti skipaði fyri, í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 28. oktober 2017. Myndir koma seinni.
Úrslitalistarnir í HTML-sniði: reysta-stevna-okt-2017-urslit.html
Startlisti til Reysta-stevnuna 28. oktober 2017
Her er startlistin til svimjistevnuna í Leirvík í dag, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Bólkur 2 kappast frá kl 14 og bólkur 3 og yngri frá kl 17, sí innbjóðing her.
Startlistin í HTML-sniði: reysta-stevna-okt-2017-startlisti.html
1000 dagar til Tokyo 2020
Japan Times skrivar her at tað í dag eru 1000 dagar til Olympisku Leikir í Tokyo 2020, og varð tað tí eisini markerað við ymiskum tiltøkum runt um í Tokyo. Góð tíð enn, men men ! 🙂
Útlit til føroysk heiðursmerki á DM á stuttgeil 2017
Danir hava nú lagt út startlistan til DM á stuttgeil 2017, sum verður í Greve Svømmehal hósdagin til sunnudagin 9. – 12. november. Og tað eru sum ikki einaferð útlit til føroysk heiðursmerki, bæði hjá svimjarum við føroyskum og donskum svimjitjóðskapi. Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á DM á stuttgeil 2017
Úrslit og myndir frá Ægir-stevnuni 21. og 22. oktober 2017
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum 21. og 22. oktober 2017, sum Ægir skipaði fyri. Hartil nakrar útvaldar myndir.
Tilsamans vóru tey 131 svimjarar úr øllum teimum 6 virknu svimjifeløgunum í Føroyum, sum kappaðust tilsamans 845 ferðir sum einstaklingar og 64 ferðir sum lið, í 40 greinum. Continue reading Úrslit og myndir frá Ægir-stevnuni 21. og 22. oktober 2017
Signhild 1:01.00 og nýtt føroyskt met í 100 rygg
Signhild Joensen (2000, Ægir) framdi eitt satt bragd í morgun, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík tvær ferðir setti nýtt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing fyri kvinnur, fyrst við 1:00.32 í kappingini fyri einstaklingar, og síðani við at svimja 1:01.00 teir fyrstu 100 metrarnar rygg í liðsvimjingini 4×100 blandað. Sí úrslitalistarnar her.
Continue reading Signhild 1:01.00 og nýtt føroyskt met í 100 rygg
Signhild 1:01.32 og føroyskt met í 100 rygg
Signhild Joensen setti í morgun føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 1:01.32. Hon átti sjálv metini á 1:01.39, frá tá ið hon vann gull á FM á stuttgeil í mars mánaða. Tíðin er væl undir kravtíðina til NM 2017 á 1:04.38, og eisini nær kravtíðini til EM á stuttgeil 2017 á 1:00.93.