Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 17. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong ár at stevna aftur var á Tvøroyri.

Óli silvur eisini í 400 frí á Trofeu CN Sabadell 2018

Óli Mortensen megnaði aftur í dag at vinna sær silvurheiðursmerki á Trofeu CN Sabadell 2018, tá ið hann í 400 frí svam teinin uppá 3:58.88, sum hartil er undir kravtíð til Evropameistarastevnuna í Glasgow í august. Alvi Hjelm royndi seg eisini í finalu, nú seinnapartin, og varð har nr 7 í 400 blandað, við tíðini 4:36.44.

Alvi og Óli í Sabadell

Føroysk úrslit á Trofeu CN Sabadell 2018

Her lista vit upp føroysk úrslit á Trofeu CN Sabadell – IV Memorial Paulus Wildeboer, har teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg. Óli vann í gjár silvur í 1500 metra frísvimjing, og Alvi bronsu í 200 blandað, umframt at Óli í dag vann silvur í 400 frí.

Alvi bronsu í 200 blandað á Trofeu CN Sabadell 2018

Continue reading Føroysk úrslit á Trofeu CN Sabadell 2018

Óli og Alvi í finalur eisini 2. dag í Sabadell

Óli Mortensen og Alvi Hjelm verða at síggja í finalum eisini 2. dag á Trofeu CN Sabadell, nú teir kundu vísa á tilmeldingartíðir sum kvalifiseraðu teir beinleiðis til skjótastu riðlar í ávikavíst 400 frí og 400 blandað.

Alvi og Óli í Sabadell

Continue reading Óli og Alvi í finalur eisini 2. dag í Sabadell

Heiðursmerki til Óla og Alva í Sabadell

Tað gekk upp á stás hjá teimum báðum føroysku svimjarunum í Katalonia, nú finalurnar vórðu avgreiddar á Trofeu CN Sabadell. Alvi Hjelm vann í 200 blandað bronsuheiðursmerki við tíðini 2:08.89, og Óli Mortensen vann við 15:44.11 í 1500 frí eitt silvur heiðursmerki í teirri greinini.

Continue reading Heiðursmerki til Óla og Alva í Sabadell

Óli og Alvi í finalur í Sabadell, seinnapartin

Alvi Hjelm royndi seg í morgun í 200 metra blandaðari svimjing, á Trofeu CN Sabadell, og gekk tað sera væl. Tíðin 2:10.15 er besta ‘morguntíð’ hjá honum í longri tíð, og var hartil næstbesta tíð av teimum 29 luttakandi í morgun, soleiðis at hann er víðari til A-finaluna, seinnapartin.

Óli Mortensen hevði frí í morgun, tí at hann er beinleiðis víðari til besta riðil í 1500 frí, eisini seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum.

Sambært tíðarætlanini er finalan hjá Alva kl 17:25, og tann hjá Óla kl 17:33, katalonska tíð. Katalonsk tíð er sum donsk tíð, ein tíma frammanfyri føroysk. Úrslit frá stevnuni koma leypandi her.

Alvi og Óli í Sabadell

 

Føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano

Her lista vit upp føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano, har tey bæði Rókur Trygvason og Signhild Joensen úr Ægir royndu seg. Signhild vann sær í gjár silvurheiðursmerki í 200 rygg, meðan Rókur í gjár og í dag hevur sett persónligt met í 50 og 100 bringu. Sí úrslitalistarnar her. Continue reading Føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano

Vágur so nógv mest svimjihyl per íbúgva

Nú kjakast hevur verið um nøktandi ella ikki nøktandi svimjitilboð í Tórshavnar Kommunu, so fekk eg hug at royna at meta um tilboðið per íbúgva, skift út á føroyskar kommunur. Og hóast ávísar óvissur, so er eingin ivi um at Vágs kommuna hevur nógv mest svimjihyl at bjóða sínum borgarum.

Continue reading Vágur so nógv mest svimjihyl per íbúgva

Alvi og Óli til Trofeu CN Sabadell

Hetta vikuskiftið kappast Alvi Hjelm og Óli Mortensen á Trofeu CN Sabadell í Katalonia, saman við liðfelagum sínum í Hovedstadens Svømmeklub. Og tað kann verða heilt spennandi – Óli hevur næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí og fimtbestu í 400 frí, meðan Alvi hevur sjeyndbestu bæði í 200 og 400 blandað.

Alvi og Óli í Sabadell

Stevnan hevur fingið hjáheiti TR Paulus Wildeboer, til minnis um tiltikna niðurlendska venjaran sum var venjari leingi í Spania, áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari hjá Danmark, og millum annað vandi Lotte Friis og Jeanette Ottesen til heimsmeistaraheiti, umframt Pál Joensen til HM-bronsu. Olaf Wildeboer, sonur Paulus, er nú venjari hjá Alva og Óla.

Startlistin til stevnuna sæst her, og teir báðir í Katalona heilsa at eitt slag av ‘live timing’ eisini verður at síggja her. Kappast verður í Piscines Carles Ibars í Sabadell, leygardag 10. og sunnudag 11. mars 2018, við innleiðandi riðlum frá kl 9.30 og finalum frá kl 16:30, Katalonia tíð, sum er ávíkavist kl 8:30 og 15:30 her í Føroyum.