Danska svimjisambandið fráboðaði nú fyrrapartin at tey hava gjørt samstarvsavtalu við svimjifeløgini A6 og Herlev Svømning, um virksemið hjá ‘det Nationale Træningscenter’ (NTC) fram til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo.
Continue reading Danska NTC umskipað til samstarv við A6 og Herlev SvømningCategory: venjing
Er svimjing serliga gott fyri sálarheilsu?
Sí hesa sending hjá BBC
Ægir til Fraklands at venja og kappast
Fyrstaliðið hjá Ægir eru nú í heystferiuni frá hin 14. til 22. oktober farin til Saint-Dizier í Fraklandi at venja og kappast, sum liður í fyrireikingini fram ímóti millum annað FM á stuttgeil 2018. Her er ein mynd frá ferðaliðnum har suðuri, tey heilsa at har eru um 26 hitastig.

Heimskendi OL-gullvinnarin Alexander Popov vandi Havnar Svimjifelag
Havnar Svimjifelag hevur seinastu tvær vikurnar verið á venjingarlegu í Kranevo við Svartahavið í Bulgaria. Ferfaldi olympiski gullvinnarin, russiski Alexander Popov – ein av skjótastu sprintarunum í heiminum nakrantíð, kongurin av sprint – hevur venjingarlegur á sama stað, og í dag vandi hann Havnar Svimjifelag. Nógv minnast Popov frá Olympisku Leikunum í 1992 í Barcelona og í 1996 í Atlanta, tá ið hann báðar ferðirnar vann gull í 50 m og 100 m frí. Popov endurvann sostatt gullheiðursmerkini í báðum greinunum, og tað hevur eingin gjørt undan ella seinni. Popov hevði heimsmetini í 50 m og 100 m frí í ávikavist 8 og 6 ár. Hann er føddur í 1971 og var 20 og 24 ára gamal, tá ið hann vann gullini vid OL. Sum 31 ára gamal megnaði hann at vinna gull í Heimsmeistaraskapinum í 100 m frí. Til stuttleika kann nevnast, at Popov hevði vatnskrekk, tá ið pápi hansara meldaði 8 ára gamla drongin til svimjing. Komin í hylin, fekst hann ikki upp aftur. Restin er søga. Popov vann íalt 48 altjóða heiðursmerkir, 4 gull og 5 silvur við OL og ávikavist 13 og 26 heiðursmerkir við Heims- og Europamestarastevnur. Popov vísti seg at vera ein sera fyrikomandi ítróttarmaður og legði øllum eina við at taka allar venjingar í álvara, tí í síðsta enda er tað bara upp til ein sjálvan.
Ægir til Esbjerg á venjingarlegu
Ein hópur hjá Ægir fóru nú fríggjamorgunin til Danmarkar á venjingarlegu, at koma aftur seint sunnukvøldið, fyrsta páskadag. Svimjararnir eru úr ymiskum liðum hjá Ægir, og hartil er Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag við á ferðini.

Vágur so nógv mest svimjihyl per íbúgva
Nú kjakast hevur verið um nøktandi ella ikki nøktandi svimjitilboð í Tórshavnar Kommunu, so fekk eg hug at royna at meta um tilboðið per íbúgva, skift út á føroyskar kommunur. Og hóast ávísar óvissur, so er eingin ivi um at Vágs kommuna hevur nógv mest svimjihyl at bjóða sínum borgarum.
Kunningarfundur um mentalvenjing hóskvøldið 16. november 2017
Sum nevnt í skrivinum um landsliðslegu, so skipar Svimjisambandið nú hóskvøldið hin 16. november fyri kunningarfundi um mentalvenjing, við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Continue reading Kunningarfundur um mentalvenjing hóskvøldið 16. november 2017
Landsliðslega í Klaksvík 17. til 19. november 2017
Svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017.
Vit fáa danska úrvalsvenjaran Bo Jacobsen heim at skipa fyri sjálvari venjingini, og hartil verða innsløg við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.

Continue reading Landsliðslega í Klaksvík 17. til 19. november 2017
Leo er 100 ár og svimjivenjari
Svimjing er veruliga ein ítróttur fyri lívið ! 🙂
Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara
Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttmála við 32 ára gamla ukrainan Oleksii Ilchenko, sum í løtuni er búsitandi í Texas í USA. Nýggi høvuðsvenjarin hevur m.a. “Master í Sports Management, Administration and Coaching” frá Henderson State University í Arkansas frá 2017.
Continue reading Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara













