Tað er sera stórur munur á svimjiførleikanum hjá føroyskum fimtafloksbørnum, alt eftir hvar tey búgva og ganga í skúla. Hinvegin hava vit ikki sama trupulleika sum í okkara grannalondum, við at innflytarar duga verri at svimja.
Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin fimti í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:
- Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
- Samanbering við somu kanning í 2011
- Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
- Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
- Síðani hendan greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti
- Samanbering millum økir í Føroyum





