Hmm, tað ljóðar sum forfordeiling tá ið Pieter van der Hoogenband kundi møta til finaluna í altjóða svimjistevnu í Eindhoven, uttan fyrst uttan at skula svimja innleiðandi, meðan til dømis kappingarneytin og heimstjørnan Brent Hayden úr Kanada noyddist at svimja tvær ferðir. Lesið her á SwimNews.
Category: Kapping
Fyribils startlistin til EM 2007 klárur
SwimNet vísir á fyribils startlistan í tíðindum her. Pál er nr 43 í 200 frí, nr 26 í 400 frí og nr 12 í 1500 frí – OG FREMSTI JUNIORUR !!. Viðvíkjandi superstjørnur er tað mest áhugaverda fyri okkum norðurlendingar nokk, at Stefan Nystrand svimur bæði 50 og 100 frí.
Continue reading Fyribils startlistin til EM 2007 klárur
SwimmingWorld um Pál og Kára á NJM (!)
Stutt men gott – SwimmingWorld skrivar her tíðindi við yvirskriftini “Faroe Islands Hosts Nordic Juniors Swimming Championships”, um føroysku metini hjá Pál og Kára.
“PAL Joensen and Kari Hovdanum shined at the Nordic Junior Championships as the duo combined to set six national records for the Faroe Islands as the nation hosted the short course meet from Dec. 1-2.
Joensen set a range of freestyle records with standards in the 200 (1:51.92), 400 (3:54.64) and 1500 (15:24.50) freestyle events.
Meanwhile, Hovdanum swept his nation’s backstroke standards with records in the 50 (26.95), 100 (57.76) and 200 (2:06.44) backstrokes”
EM verður víst ‘live’ á lenweb.org
Sambært tíðindunum her á Swimnews.net, so fer evropeiska svimjisambandið LEN at vísa ‘live’ frá finalunum á stutthyljameistarastevnuni nú 13. til 16. desember, á heimasíðuni www.lenweb.org. Talan verður um beinleiðis sjónvarp í YouTube-góðsku (320 x 240), sum sambært LEN er nóg ‘lætt’ til at fólk sjálvt við spakuligum internetsambandi skuldu kunnað sæð sendingarnar.
Innbjóðing til Ægir stevnu
Ægir bjóðar til svimjistevnu fyri bólkar 1 og 2 nú leygardagin 8. desember. Bólkur 1 hitar upp kl 08:00, og bólkur 2 kl 13:00. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 7. desember kl 19:00. Sí viðfestu innbjóðing.
Ótrúligt vikuskifti
Tríggjar gull, eina silvur og eina bronsu. Vit eru nokk øll meira ella minni sperlað, sum hava verið uppi í hesum her við NJM í vikuskiftinum, men tað hevur verið tað heila vert.
Um tit vilja lesa meira um NJM, so farið á www.njm2007.com/fo ella www.susvim.com. Tit kunnu eisini síggja video frá stevnuni á www.youtube.com/njsc2007, og síggja myndir á picasaweb.google.com/njsc2007.
Ikki at siga at vit ikki fara at skriva meira um NJM her. Eg orki bara ikki at seta meg at skriva alt tað umaftur her, beint nú, sum allíkavæl stendur á offisiellu síðuni 🙂 Continue reading Ótrúligt vikuskifti
Eisini video
Videobrot frá í morgun verða nú løgd upp á http://www.youtube.com/njsc2007. Niðanfyri síggja vit Kára J. á Høvdanum vinna silvur í 50 rygg.
Gull og silvur til Føroyar
Kári J. á Høvdanum vann silvur í 50 rygg og var nær við at taka gullið eisini. Pál Joensen var heilar tvær longdir framman fyri nummar tvey í 1500 frí, í nýggjum føroyskum meti. Vinarliga hyggið á njm2007.com og livetiming.se, tí vit eru eitt sindur ov pressaði her til at orka at dagføra fleiri heimasíður í senn 🙂
From NJSC 1. session |
NJM 2007 startlisti – næsta útgáva
Tað hava verið rættiliga nógvar rættingar gjørdar til startlistan sum eg sendi út fyrradagin, og viðfest er tí ein nýggj útgáva, sum eg eisini havi sent luttakandi londum at rættlesa, lagt á njm2007.com og dagført LiveTiming við. Har burdi ikki verið nógv eftir at rætta, men sigið endiliga frá um tit finna okkurt.
Continue reading NJM 2007 startlisti – næsta útgáva
Amerikanska meistarastevnan verður víst ‘live’ á netinum
Sambært tíðindunum her á SwimNews ætlar amerikanska svimjisambandið at senda beinleiðis frá meistarastevnuna í stuttum hyli nú 30. november til 1. desember, á heimasíðuni SwimNetwork.com sum er gjørd serliga til endamálið. Meistarastevnan er í 25 yard hyli, men er tó so eisini úttøkukapping til HM í 25 metra hyli í Manchester í vár.