SwimNet vísir á fyribils startlistan í tíðindum her. Pál er nr 43 í 200 frí, nr 26 í 400 frí og nr 12 í 1500 frí – OG FREMSTI JUNIORUR !!. Viðvíkjandi superstjørnur er tað mest áhugaverda fyri okkum norðurlendingar nokk, at Stefan Nystrand svimur bæði 50 og 100 frí.
Her eru tilmeldingarnar hjá føroyingum:
- 50 frí menn: Dánjal Martin Hofgaard nr 43 (24.74)
- 100 frí menn: Dánjal Martin Hofgaard nr 53 (54.12)
- 200 frí menn: Pál Joensen nr 43 (1:51.92)
- 400 frí menn: Pál Joensen nr 26 (3:54.64)
- 1500 frí menn: Pál Joensen nr 12 (15:24.50)
- 50 rygg menn: Kári á Høvdanum nr 31 (26.95)
- 100 rygg menn: Kári á Høvdanum nr 31 (57.76)
- 200 rygg menn: Kári á Høvdanum nr 29 (2:06.44)
- 50 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 49 (27.66)
- 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 53 (1:01.18)
- 400 frí kvinnur: Mona Simonsen nr 32 (4:35.68)
- 800 frí kvinnur: Mona Simonsen nr 21 (eingin tilm.tíð)
- 50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 36 (30.13)
Sambært susvim so verður tað Kristian Martin Joensen sum verður venjari á túrinum, og Maud Poulsen ferðaleiðari. Tey fara úr Føroyum 10. desember, gista eina nátt í Keypmannahavn, og koma so til Debrecen Ungarn 11. desember. Kappast verður 13. til 16. desember, og tey koma so eftir ætlan heim aftur 17. desember.
Mona man hava svomið 800 frí onkuntíð áður í ár.
Men ok, hinvegin hevur Massimiliano Rosolino heldur onga tíð í 1500 frí.
Er seedaður sum triðbesti juniorur í 50 rygg, og fjórðbesti í 100 og 200. Nú er eingin junior-kapping á hesi stevnu, men vit hava væl loyva at gleðast allíkavæl 🙂
Sum onkur viðmerkir her á sport.fo, so luttaka fleiri juniorar ikki, heilt einfalt tí at plássini longu eru upptikin av seniorum.
http://www.sport.fo/?section=12&Page=show_news&newsid=1034
Tey sum síggja Eurosport, kunnu síggja innleiðandi og finalur frá EM.
Hósdag byrjar Eurosport at vísa frá EM kl.08:00 um morgunin.
Burdi verið ólógligt at havt svimjikappingar mitt í arbeiðsvikuni.
Men um onkur tekur uppá so sig mær endiliga frá 🙂