Heiðursmerki funnin aftur, sum vórðu stolin í 1984

Avstraliumaðurin John Conrad vann gull í 1500 frí á OL í Rom í 1960, men fekk tað stolið saman við einum 16 øðrum heiðursmerkjum og øðrum innbúgvi í einum innbroti í Melbourne í 1984. Nú hevur hann tó megnað at finna tað aftur, eftir at onkur royndi at selja tað á netinum. Les t.d. swimnews.com og eb.dk

Dara Torres gevur nøkur góð ráð til ‘gamlar’ svimjarar

42 ára gamla Dara Torres vann 3 silvurheiðursmerki á OL í Beijing í fjør, og kláraði seg eisini at svimja seg í finalur á HM í Rom í summar, við bestu tíð í 50 frí á 24.43 (á langgeil!), hóast knæið vegna gikt var hovið til tað dupulta. Her á health.msn.com gevur hon nøkur góð ráð til íðkarar yvir 35 ár, um at duga at taka pausu onkuntíð, lurta eftir kroppinum, um at styrkivenja, venja ‘snildari’ heldur enn harðari, og brúka sína erfaring til at vinna á teimum yngru.

Innbjóðing til HS stevnu 26. og 27. september 2009

Viðfest er innbjóðing frá Havnar Svimjifelag til SMS-stevnu næsta vikuskifti, leygardag og sunnudag 26. – 27. september 2009. Talan er um opna kapping; tað vil siga at allir aldursbólkar hava loyvi at melda til, men at tað vanliga eru flest úr teimum eldru aldursbólkunum. Tilmeldingar skulu sendast til Svend Åge Seloy í seinasta lagi hóskvøldið 24. september kl 22:00.

Rogan heldur áfram, so at fólk kunnu gloyma Rom

Eysturríkski ryggsvimjarin Markus Rogan varð sum kunnugt avsmurdur á einum náttklubba uttanfyri Rom í summar, sambært duravørðunum tí hann fektaði fullur við einari brotnari fløsku. Sjálvur heldur hann at duravørðarnir blakaðu hann út tí at ein varð illur um at hann dansaði (rímiliga edrúur) við eini ávísari gentu, og at teir so løgdu á hann tá ið hann sníkti seg inn í náttklubban aftur, upp um eina girðing. Líka mikið, nú heldur hann at hann noyðist at halda áfram at svimja, til at endurskapa virðingina um seg sjálvan, hóast hann upprunaliga ætlaði sær at gevast eftir Rom. Hann er tí farin at venja hjá David Salo í USA, saman við millum øðrum Oussama Mellouli, Kosuke Kitajima, Rebecca Soni og Jessica Hardy. Les reachforthewall.com

Shaq vs Michael Phelps

Amerikanski kurvabóltsrisin Shaquille O’Neal og Michael Phelps møttust herfyri til holmgongu í heimahylinum hjá Phelps, at vita hvør sum vann flest av trimum ymiskum svimjikappingum. Í fyrstu skuldi O’Neal svimja 25 yards meðan Phelps svam 50, har Phelps slapp at byrja 5 sekund áðrenn O’Neal. Í næstu svam Phelps einsamallur 200 yards blandað, meðan O’Neal svam teir síðstu 50 frí í 200 blandað stafett saman við Dana Volmer, Arianna Kukors og Rebecca Soni. Í triðju skuldi Phelps svimja 75 yards meðan O’Neal svam 50. Um O’Neal vann flest kappingar, so skuldi Phelps siga fyri opnum sjónvarpsskermi, at O’Neal var tann størsti. Um Phelps vann flest, so skuldi O’Neal royna seg sum synkronsvimjari.

Superdraktirnar verða møguliga loyvdar í havsvimjing

Scaq.blogspot.com og tri247.com vita at siga frá einum pressuskrivi frá Blueseventy, at komandi bannið ímóti ‘superdraktum’ sambært FINA ikki er galdandi fyri “open water” svimjing, um enn FINA enn hevur eftir at avgera, hvørji sløg av klædnastoffi sum sum skulu verða loyvd. Í hesum sambandi talar tiltikni havsvimjarin Petar Stoychev fyri superdraktum sum umboð fyri svimjararnar, av heilt øðrum orsøkum enn tær sum vit kenna frá kappsvimjing í svimjihyli. Teirra størsti trupulleiki er nevniliga sovorðið sum hvalspýggj og sólin, sum heildraktir verja ímóti. Blueseventy virka so yvirbevíst um hvønn veg FINA fer at velja, at teir enda sítt pressuskriv við orðingum sum: “We are pleased that body suits will remain in the sport of open water swimming”

Kukors skal nú venja seg av aftur við superdraktirnar

Amerikanska Ariana Kukors fekk sítt gjøgnumbrot á HM í Rom í summar, tá ið hon vann gull í 200 blandað, og tvær ferðir betraði um heimsmetið sum avstralska Stephanie Rice annars átti. The Washington Post hevur eina áhugaverda grein her á reachforthewall.com, har hon og venjarin Hutchinson greiða frá hvussu tey miðvíst testaðu ymiskar ‘superdraktir’, og broyttu teknikkin hjá henni til at hóska til draktina.

It didn’t take great insight to notice that the impermeable suits worked as pure flotation aids, Hutchison said, helping swimmers keep their feet up with less effort. That, in turn, allowed Kukors to hold her head higher without losing that body position. And the high head, Hutchison realized, provided a significant strength boost to her stroke.

How? By allowing her to utilize her pectoral muscles more fully. (To make the scientific theory more plain, he said, consider how a person executes pull-ups when fatigued — by throwing the head back to get more power from the pecs).

Another change came in the tempo of Kukors’s breaststroke kick — she slowed it down to take advantage of the speed at which she could move with her legs closed. Particularly with the Jaked suit, which Kukors wore at the world championships, Kukors seemed to be able to glide faster and longer underwater.

“I think the majority of swimmers and coaches didn’t make any changes and either got lucky and got a big benefit or got unlucky and got no benefit,” Hutchison said. “We tried to be proactive and learn what works with the suits.”

Nú er støðan tó ørvísi, við tað at superdraktirnar verða forbodnar tann 1. januar 2010, og hon tí skal til at avlæra tað sum hon hevur lært seg síðsta árið. Hutchinson heldur tó ikki at tað verður so øgiliga torført, við tað at hon ‘bara’ skal venda aftur til tað hon gjørdi upprunaliga, áðrenn draktirnar.