Óli 15:41.15 í 1500 frí á World Cup í Dubai

Óli MortensenÓli Mortensen luttók í morgun í 1500 metra frísvimjing, á World Cup stevnuni í Dubai. Tíðin hjá honum var 15:41.15, nakað spakuligari enn hansara 15:31.79 á World Cup stevnuni í Moskva síðsta sunnudag. Óli varð nummar 8 av teimum 15 sum svumu í spakuligari riðlunum, ella 16 av 23 um vit telja teir 8 við sum fara at svimja finalu seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

Liðini avdúkað til Europe vs USA 2013 Duel in the Pool

Sum fyrr nevnt verður tað aftur í ár skipað fyri ‘landsdysti’ millum USA og eitt evropeiskt All-Star lið, hesuferð í Glasgow hin 20. og 21. desember 2013. Bretsku vertirnir hava nú avdúkað liðini, sum telja millum annað Ryan Lochte, Tyler Clary, Jessica Hardy og Katie Ledecky fyri USA, Florent Manaudou, Yannick Agnel, Ranomi Kromowidjojo og Mireia Belmonte fyri Evropa, og so eisini okkara Pál Joensen.

Norðurlond verða bara umboðað av donsku Lotte Friis og Jeanette Ottesen, svensku Michelle Coleman og so Pál sum mannliga, norðurlendska umboðið, men bretski landsliðsvenjarin Bill Furniss heldur tó so at hetta er ein hin sterkasta manningin sum Evropa hevur haft, hesi árini sum fyriskipað hevur verið fyri slíkum holmgongum.

“The European Allstars features by far the strongest line up we’ve ever seen in what will be the third of these exciting biennial events,” said Furniss.

“Both teams include a multitude of Olympic and World champions and medallists, and therefore the head-to-head promises to be a dramatic encounter.

“The USA are sending a very strong team so the challenge facing the Europeans will be immense but it will provide a great spectator event at the home of next year’s Commonwealth Games.”

Continue reading Liðini avdúkað til Europe vs USA 2013 Duel in the Pool

Óli Mortensen 4:35.73 í 400 blandað á World Cup í Dubai

Óli Mortensen luttók í morgun í 400 metra blandaðari svimjing á World Cup stevnuni í Dubai, og varð hann har nummar 9 av teimum 19 sum svumu í veikaru riðlunum, ella 17 av 27 um vit longu nú telja finaluriðilin seinnapartin við. Tíðin var 4:35.73, sum er eitt sindur frá hansara bestu tíð á 4:30.51, frá stevnu í Klaksvík í november í fjør. Sí úrslitalistan her.

DSC00774

Morgunvenjing í Dubai

Teir báðir Óli Mortensen og venjari Kristian Martin Joensen komu fram til Dubai í gjár, har næsta kapping í World Cup røðini verður nú hósdagin og fríggjadagin 17. og 18. oktober. Her á myndini hjá Kristian Martini eru teir til morgunvenjing í glæstriligu Hamdan bin Mohammed bin Rashid svimjihøllini í Dubai, har HM á stuttgeil var í 2010. Myndin er úr upphitingarhylinum, har tað ikki er so høgt til loftið, vegna nøkur ventilatiónsrør ella hvat hatta er sum hongur uppi undir loftinum.

oli-morgunvenjing-i-dubai

(Kristian Martin Joensen eigur myndina)

Óli 15:31.79 í 1500 frí á World Cup í Moskva

Óli Mortensen luttók í morgun í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Moskva, og varð hann har nummar 5 av teimum 11 sum svumu uttanfyri sjálva finaluna, ella 13 av 19 um vit telja finaluna við. Tíðin hjá honum 15:31.79 var aftur í dag ikki so langt frá hansara bestu tíð, sum er 15:24.32 frá NJM í Vaasa í fjør.

DSC00774

Ruta Meilutyte 1:02.36 og nýtt heimsmet í 100 bringu

Litaviska Ruta Meilutyte setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon á World Cup stevnuni í Moskva svam teinin uppá 1:02.36, har heimsmetið hjá amerikansku Rebeccu Soni frá Duel in the Pool stevnuni millum Evropa og USA afturi í desember 2009 var 1:02.70. Sostatt ein ófør betring av metinum sum hevur staðið síðani superdraktirnar tá afturi í 2009, og ein staðfesting av størstu hóttanini hjá heimabanafavorittinum Rikke Møller Pedersen tá ið EM verður í Herning nú um tveir mánaðir.

Ruta Meilutyte 100 breast WR at BCN2013

Óli Mortensen til World Cup í Moskva, Dubai og Qatar

Næsta røð av World Cup stevnum byrjar í Moskva í morgin, har eisini Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag luttekur. Tey kappast í Moskva nú 12. og 13. oktober, í Dubai hósdagin og fríggjadagin 17. og 18. oktober, og so aftur í Qatar sunnudag og mánadag 21. og 21. oktober. Sum skilst verður Óli einasti føroyski luttakari á World Cup stevnum í ár. Til ber at fylgja við úrslitunum her á omegatiming.com og síggja kappingina á FinaTV

DSC02326

Úrslit frá BankNordik-stevnuni í Vági hin 5. oktober 2013

Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik-stevnuni í Vági, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í dag, leygardagin hin 5. oktober 2013. Tey heilsa at tey eldru virkaðu eitt sindur ‘tung’, men at tó var óført hjá serliga teimum yngru at síggja og svimja ímóti Páli. Og grønlendararnir kláraðu seg bara væl, við fleiri ferðir at svimja seg upp til 2. og 3. pláss.

The swim pool in Vági