Líggjas 3:57.49 og gull í 400 frí á Sparekassen Thy Cup 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at verða skjótastur av øllum í 400 metra frísvimjing á Sparekassen Thy Cup 2025, tá ið hann har í Thisted svam seg til úrslitið 3:57.49. Sí úrslistalistan her á Swimify

Tey kappast víðari í morgun leygardag umframt sunnumorgunin. Luttøkan hjá Líggjasi sæst her á Swimify

Líggjas. Sabina Poulsen eigur myndina

World Aquatics um kravtíðarskipanina til Olympisku Leikir 2028 í Los Angeles

Ítróttastjórin Mike Unger greiðir her frá ætlaðu kravtíðarskipan hjá World Aquatics til Olympisku Leikir 2028, ið sum skilst er til góðkenningar hjá altjóða olympisku nevndini IOC. Tey skulu fáa pláss fyri fleiri greinum, londum og liðum, samstundis sum at samlaða talið av íðkarum undir World Aquatics minkar frá 900 á OL 2016 til nú 830 á OL 2028

Føroyar-Ísland venjingarlega og landsdystur 5. – 7. september 2025

Svimjihøllin í Gundadali var í vikuskiftinum karmur um felags venjingarlegu hjá Svimjisambandi Føroya og Sundsamband Íslands, fyri svimjarar fødd í 2009 til 2012. Skipað var fyri felagsvenjingum fríggjakvøld og sunnumorgunin, landsdysti leygardagin og hugnaløtu leygarkvøldið, umframt at tey ótu saman.

Continue reading Føroyar-Ísland venjingarlega og landsdystur 5. – 7. september 2025