Paltrinieri nú eisini kongur av svimjing í opnum vatni

Hóast tey ikki enn eru komin til sjálva kappsvimjingini í svimjihyli, so er forsvarandi OL-meistarin í 1500 frí nú longu trýfaldur evropameistari á EM í Budapest, eftir at hann mikudagin og hósdagin vann fyrst gull í 5 km og síðani 10 km svimjing í opnum vatn, fyri so í dag at hava vunnið gull í eisini 5 km liðsvimjingini.

PALTRINIERI Gregorio ITA Gold Medal celebrates the victory 10 km Men Open Water Budapest – Hungary 13/5/2021 Lupa Lake XXXV LEN European Aquatic Championships Photo Andrea Staccioli / Deepbluemedia / Insidefoto

Hóast hann hevur gjørt vart við seg nú nakrar ferðir eisini í svimjing í opnum vatni, so var sigurin mikudagin faktiskt hansara fyrsta stóra meistaraheiti í sovorðnari svimjing – og nú hevur hann so gjørt hat-trick við at taka trý evropameistaraheiti uppá fýra dagar.

Í morgin fara tey at royna seg í 25 km svimjing í opnum vatni – men har er Paltrinieri ikki tilmeldaður, sum er væl skilt nú hann ætlar at vera við eisini í kappingunum í 800 og 1500 metra frísvimjing í svimjihyli, longu nú frá týsmorgni av.

Photos courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Christiansborg Rundt 2020 avlýst

Danska svimjisambandið kunngjørdi nú mikudagin, at Christiansborg Rundt 2020 varð avlýst vegna støðuna við COVID-19. Útlitini vóru annars góð, nú tey fyri 15. ferð skuldu skipa fyri hesi stevnu í kanalunum rundt Christiansborg, við meira enn 4400 luttakarum í fjør og væntandi enn fleiri í ár. Christiansborg Rundt hevur fast ligið á síðsta leygardag í august mánaða, tvs í ár hin 29. august. Lesið her á svoem.org

Cecilia skjótast á Sjómannadegnum

Ægir skipaði í dag fyri svimjing um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2019. Skjótast av øllum var Cecilia Eysturdal, sum vit kenna frá kappsvimjing í svimjihyli og eisini uttanlanda havsvimjing, har hon til dømis hevur vunnið heiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni.

Continue reading Cecilia skjótast á Sjómannadegnum

Ólavsøkusvimjing 28. juli 2019 aftaná kappróðurin

FYRI TÍGGJUNDU FERÐ

//Tilmelding
Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-185.110.3. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.

Continue reading Ólavsøkusvimjing 28. juli 2019 aftaná kappróðurin

Óli bronsu í úrvalsbólkinum í Christiansborg Rundt 2018

Hyggja síggj, onkur vísir á at Óli Mortensen vann bronsu í úrvalsbólkinum, nú á Christiansborg Rundt í gjár. Hann var skrásettur sum dani (DEN) – Tykiskt sum um at fólk sum heild ikki leggja so nógv í hvussu tey eru skrásett til hesa stevnu, tí hasin silvurvinnarin Anton Ipsen er mær vitandi dani (OL-svimjarin Anton Ørskov Ipsen), hóast hann er skrásettur sum hoyrandi til USA.

Myndina av teimum á heiðursmerkjaskamlinum tók Jesper Westley fyri Dansk Svømmeunion.

Jon varð nr 10 í sínum bólki í Christiansborg Rundt 2018

Tey avgreiddu sum kunnugt Christiansborg Rundt í gjár, har eini 4200 vóru meldað til, annaðhvørt at svimja sum einstaklingar ella sum partur av liðsvimjing. Jon Hestoy luttók í aldursbólkinum 55-59 ár, og svam seg har til eitt respektabult 10. pláss, við tíðini 30 minuttir og 4 sekund.

Continue reading Jon varð nr 10 í sínum bólki í Christiansborg Rundt 2018

Úrslit og myndir frá Nólsoyarsvimjingini 2017

Nólsoyingar skipaðu nú leygardagin hin 5. august fyri Nólsoyarsvimjingini 2017, sum var hin tjúgunda í røðini síðani hesin táttur byrjaði í 1998. Tað var ein fín svimjing í dýrdarveðri, har allir 20 svimjarar gjøgnumførdu teinin, og Oluf Færø úr Havnar Svimjifelag svam skjótast. Continue reading Úrslit og myndir frá Nólsoyarsvimjingini 2017