Oussama Mellouli givin bara fáar dagar áðrenn ætlaðu luttøku á OL

Tunesiski Oussama Mellouli fráboðaði í gjár, at hann meldar avboð til Olympisku Leikir í Tokyo og er givin við kapping á altjóða støði, vegna ósemju við tunesiska svimjisambandið. Hann kvalifiseraði seg annars herfyri til sínar sættu leikir, tá ið úttøkustevna var í Setubal í Portugal, til 10 km svimjingina í opnum vatni.

https://www.instagram.com/p/CRghnW-rMDE/

Ósemjan er tí at tunesiska svimjisambandið hevur ákært Mellouli og mammu hansara fyri at falsa rokningar, sum er eitt mál ið eftir øllum at døma hevur koyrt nú í nøkur ár. Svimjisambandið endurrindar Mellouli fyri útreiðslur, men hevur mistanka um at okkurt ikki ruggar rætt, og krevur tí mammu Mellouli í rættin.

Mellouli er OL-meistari í 1500 metra frísvimjing frá OL í Beijing í 2008, umframt í 10 km svimjing í opnum vatni frá OL í London í 2012, har hann hartil vann bronsu í 1500 metra frísvimjing. Í 2007 varð hann dømdur fyri at hava dopað seg við amfetamin-líknandi evnið Adderal, og fekk tá 18 mánaða bann.

Svenski Elliott Sodemann var bara 0,3 sekund aftanfyri Mellouli á OL-úttøkustevnuni herfyri, og átti tí eftir røttum at nú fingið OL-plássið. Men, tað er væl í praksis ómøguligt at fáa upp á pláss við so stuttari freist, umframt at tað kann hugsast at Sodemann longu er væl og virðiliga í feriu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.