Hóast tey ikki enn eru komin til sjálva kappsvimjingini í svimjihyli, so er forsvarandi OL-meistarin í 1500 frí nú longu trýfaldur evropameistari á EM í Budapest, eftir at hann mikudagin og hósdagin vann fyrst gull í 5 km og síðani 10 km svimjing í opnum vatn, fyri so í dag at hava vunnið gull í eisini 5 km liðsvimjingini.
Hóast hann hevur gjørt vart við seg nú nakrar ferðir eisini í svimjing í opnum vatni, so var sigurin mikudagin faktiskt hansara fyrsta stóra meistaraheiti í sovorðnari svimjing – og nú hevur hann so gjørt hat-trick við at taka trý evropameistaraheiti uppá fýra dagar.
Í morgin fara tey at royna seg í 25 km svimjing í opnum vatni – men har er Paltrinieri ikki tilmeldaður, sum er væl skilt nú hann ætlar at vera við eisini í kappingunum í 800 og 1500 metra frísvimjing í svimjihyli, longu nú frá týsmorgni av.
Photos courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto