Íðkaranevnd SSF nú fullskipað

Val var nú uppundir jól til íðkaranevnd SSF, har forfólkið Signhild Rannváardóttir stóð fyri vali, umframt at pláss var fyri einum nevndarlimi afturat teimum fýra íroknað Signhild. Úrslitið varð at Signhild Rannváardóttir var afturvald og Bjørg Ólavsdóttir vald afturat henni, og hevur nýggja íðkaranevndin á fundi í kvøld skipað seg soleiðis:

  • Signhild Rannváardóttir, forfólk
  • Natanel Matras, næstforfólk
  • Barbara Debes, skrivari
  • Rói Bech, nevndarlimur
  • Bjørg Ólavsdóttir, nevndarlimur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.