Her er støðan í Grand Prix kappingini nú aftaná umførini í Klaksvík hin 1. juni og Vági hin 8. juni, og áðrenn síðsta umfar í Tórshavn hin 15. juni.
Author: rokur
Breaking á TV2: Venjararnir á danska NTC koyrdir
Danska TV2 veit at siga at danska svimjisambandið hevur sent báðar sínar NTC-venjarar til hús per dags dato, sum merkir at topp-svimjarar sum Penille Blume, Viktor Bromer og Emilie Beckmann nú hava mist sínar dagligu venjarar, her minni enn 40 dagar áðrenn HM í Suðurkorea.
Úrslit frá Grand Prix stevnuni í Vági hin 8. juni 2019
Her eru úrslitini frá ‘Grand Prix’ svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági í dag, leygardagin hin 8. juni 2019. Hartil listar sum vísa hvussu nógv stig hesu ymisku vunnu sær, fyri sínar plaseringar í ymisku greinunum.
Startlisti til Grand Prix stevnu í Vági hin 8. juni 2019
Her er startlistin til Grand Prix stevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, í dag hin 8. juni 2019. Hetta er næsta Grand Prix stevna av trimum, har tey telja upp stig fyri plasering nakað sum í kappróðri, og so á triðju stevnuni í Havn hin 15. juni finna endaligu vinnararnar. Nú í Vági verður kappast í 100 firvald, rygg, bringu og frí.

Úrslit frá Grand Prix stevnuni í Klaksvík hin 1. juni 2019
Her eru úrslitini frá ‘Grand Prix’ svimjistevnuni sum Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í dag, leygardagin hin 1. juni 2019. Hartil listar sum vísa hvussu nógv stig hesu ymisku vunnu sær, fyri sínar plaseringar í ymisku greinunum.

Startlisti til Grand Prix stevnu í Klaksvík hin 1. juni 2019
Her er startlistin til Grand Prix stevnuna sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í morgin frá kl 13. Tey verða eini 34 gentur og 46 dreingir sum fara at royna seg í 50 firvald, rygg, bringu og frí, hesar umleið tveir tímararnar í morgin. Sí eisini livetiming.se

Innbjóðing til Grand Prix stevnu í Vági hin 8. juni 2019
Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu í Páls Høll, leygardagin hin 8. juni 2019. Hetta er næsta stevna í ‘Grand Prix’-røðini sum Ægir, SuSvim og HS royna, nú í juni, har tey í Vági at koma at kappast í 100 firvald, rygg, bringa og frí.

Innbjóðing til Grand Prix stevnu í Klaksvík hin 1. juni 2019
Ægir bjóðar til svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 1. juni, at royna eina nýggja Grand Prix stevnurøð har næsta stevna verður hjá SuSvim í Páls Høll hin 8. juni, og hin triðja og síðsta hjá HS í Svimjihøllini í Gundadali hin 15. juni. Hendan stevnurøð kemur í staðin fyri ætlaðu SuSvim-stevnu í Vági nú 1. og 2. juni.

Úrslit frá ABMS 2019
Her eru úrslitini frá Aldursbólkameistarastevnuni 2019, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú fríggjadagin til sunnudagin hin 17. til 19. mai 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Startlisti til ABMS 2019
Her eru startlistarnir til Aldursbólkameistarastevnuna 2019, sum abmsSvimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú fríggjadag til sunnudag hin 17. til 19. mai 2019. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
